Leiðvísari: Títt vikuskifti í Havn

Útgivið tann 9. novembur 2018
So varð aftur vikuskifti í Havn, og enn einaferð er skráin á tremur við tiltøkum fyri øll. Somuleiðis hava handlarnir í býnum og í SMS opið, og hví ikki byrja uppá jólagávurnar longu nú. Pssst...kaffistovurnar selja heitt kakao, hóast tað eingin kavi er. Fylg við niðanfyri og fá íblástur til títt vikuskifti í Havn.

KONSERT: HUN SOLO

5 kvinnuligir solistar - 1 føroysk og 4 danskar - fara at framføra egnan tónleik á eini konsert, sum er eyðmerkt av fjølbroytni, góðsku, innileika og styrki. Eftir eitt spennandi vár við konsertum í Pakistan og Danmark, er HUN SOLO aftur á fer, og nú í Føroyum.   

Til hvørja konsert hevur HUN SOLO 3 fantastiskar gestir við sær, sum saman við HUN SOLO vertunum fara at spæla hvør sína solokonsert. Áhoyrararnir kunnu vænta sær eitt heilt serligt kvøld, har tey sleppa at uppliva ymiskar, kular kvinnuligar tónleikarar og teirra tónleik heilt tætt. 

Hvat: Tónleikur
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: 10. november kl. 19.30 - atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo     

BARNADANSUR 

Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið skipað fyri barnadansi í Dansistovuni. Barnadansurin er eitt afturvendandi tiltak, har børn saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis.
 

Hvat: Føroyskur dansur
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: fríggjakvøld kl. 20
 

TALV KAPPING: HUGNACUP


Komið við til talv kapping í Essabarr, har telvað verður við Helga Dam Ziska. Talvkappingin er til tykkum, sum dáma at taka eitt talv ella tvey, og ikki hava tær drúgvu kappingarroyndirnar. Kappingin er ókeypis og opin fyri øllum, sum annaðhvørt hava undir 1500 í føroyskari rating ella ikki hava nakað alment ratingtal.
 

Hvat: Talv Kapping
Hvar: Essabarr
Nær: 9. november frá kl. 19 til 22 - tilmelding fer fram á facebook.com/essabarr ella essabarr@essabarr.fo  
 

BRONSJ
 

Hví ikki byrja leygarmorgunin við einum marglætis morgunmati, bronsj við børnunum ella bara einum góðum morgunmatar tallerki í hugnaligum umhvørvi. Hevur tú hug til nýbakaðar croissantar, bestu bleyttkókaðu eggini ella sevjumikla frukt?
 

Óansæð hvat tú hevur hug til, so eru fleiri kaffi- og matstovur í høvuðsstaðnum, sum bjóða bronsj hvørt vikuskifti. Tað góða er at tær nýtist ikki at fara upp tíðliga, tí flest øll støðini hava morgunmatin á skránni til kl. 14.

 Hvat: Bronsj
Hvar: kaffi- og matstovur í Havn
Nær: Hvørt vikuskifti millum kl. 11 og 14, tað er tó ymiskt millum støðini - fylg við á facebook síðunum hjá hvørjum einstakum
 

PLÁTUDAGUR 


Ert tú ein av teimum sum framvegis lurtar eftir gomlum vinyl plátum, so skal tú leggja leiðina framvið TUTL á Glade Hjørn leygarmorgunin, tá plátumarknaður verður á staðnum. Somuleiðis verður kaffi/te og okkurt gott til góman.
 

Hvat: Søla av plátum
Hvar: TUTL
Nær: 10. november frá kl. 10 til 16
 

LIVANDI TÓNLEIKUR 

Kundi tú hugsað tær at hoyrt livandi tónleikur um vikuskiftið, so ert tú komin á rætta stað, tí í Havnini er tónleikur í hvørjum króki hvørt vikuskifti. Leygarkvøldið spælir Bjarki Hansen í hugnaliga Jomfrúbakkanum.
  Umframt tónleik á Jomfrúbakkanum, verður somuleiðis Finnur Koba at hoyra í Essabarr og “Charlie George is a Cat” í Irish Pub.  

 Hvat: Livandi tónleikur
Hvar: Jomfrúbakkin
Nær: 10. november kl. 23.30 
 

BJARNE WERNE SØRENSEN - “KRINGSÝNI”


 Frá 1. november til 1. februar er ókeypis atgongd í Listasavni Føroya, og í hesum døgum vísir Listasavnið forvitnisliga framsýning við dansk-føroyska listamanninum Bjarne Werner Sørensen.
 

“Kringsýni” er orð, sum Bjarne hevur funnið til framsýningina fyri at fáa gestirnar at lata eyguni reika yvir ta heild, listamaðurin fegin vil, at vit skulu uppliva. Av somu orsøk hevur hann út í æsir lagt til rættis, hvussu myndirnar hanga, so sýningin næstan verður eitt heildarlistaverk.

 Hvat: Framsýning
Hvar: Listasavn Føroya
Nær: 14. september til og við 13. januar - opi er hvønn dag frá kl. 13 til 16, undantikið mánadag
 

SVIM Í GUNDADALI


Pakka tær svimjiklæðini og kom niðan í høllina og royn 72 m longu økuna, sum hevur átta ymiskar ljóð og ljós møguleikar. 

Hjúkla um teg sjálvan, far í gosbað og ikki at gloyma baðstovuna. 

Hvat: Svimjing
Hvar: Svimjihøllin í Gundadali
Nær: Hvønn dag í vikuni uttan mikudag - sí tíðirnar á www.svimjihollin.fo 

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x