Yvirlit yvir nær jólatrøini verða tendrað

Útgivið tann 21. novembur 2018
Í næstum verður skipað fyri 11 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 2. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Gunnvør Balle, býráðslimur, og Derhard Jógvansson, prestur, bera fram røðu.
 

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 2. desember kl.17:45. GHM spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu. 

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 4. desember kl.17:00. Hornblásarar úr GHM spæla. 
Bergun Kass, býráðslimur, og Maria Jørðdal Niclasen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 5. desember kl.17:00. Havnar Hornorkestur spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 8. desember kl.15:30. GHM spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 8. desember kl.17:00. GHM spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 8. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 9. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Jákup Dam, býráðslimur, og Palli Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 9. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Halla Samuelsen og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu. 

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 9. desember kl.18:00. GHM spælir. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað við fríggjadagin 14. desember kl.17:30. Messingbólkurin úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heri Joensen, prestur, ber fram røðu.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x