Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn

Útgivið tann 8. desembur 2018
Leygardagin 15. desember klokkan 15.00 leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka. 

Tað er Thorshavn, sum kemur við jólamonnunum, ið gleða seg at síggja øll børnini taka ímóti í hugnaliga umhvørvinum undir Bryggjubakka og í Vágsbotni.

GHM spælir jólatónleik, og jólamenn ganga í býnum.

Somuleiðis verður stórt barnatiltak við Julius og Rógva í Amtmansgarðinum kl. 15.45. Umframt gykl og jólahugna, verða eisini holukøkur og kakao at fáa.

Bæði tiltøkini eru ókeypis!

Handlar í miðbýnum og í SMS hava opið til kl. 20.00

Sí annars tiltøk á www.visittorshavn.fo/jol 

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x