Jólamenn á rossabaki

Útgivið tann 16. desembur 2018
Leygardagin 22. desember klokkan 15 hava jólamenn boða frá, at teir koma í býin á rossabaki. 

Jólamennirnir gleða seg altíð at heilsa uppá øll børnini sum taka ímóti teimum, og eisini hesa ferðina hava teir okkurt við at bjóða børnunum.

Jólavikan hjá handlunum í miðbýnum og í SMS er byrjað, og tað merkir at handlarnir hava longri opið.

Hvønn dag í jólavikuni er kórtónleikur í býnum, og somuleiðis jólamenn, sum heilsa uppá bæði stór og smá. 

Frá sunnudegnum 16. desember til leygardagin 22. desember hava handlarnir í miðbýnum opið til kl. 20. Tó hevur SMS opið til kl. 22 leygardagin 22. desember.

23. desember hava handlarnir í miðbýnum og í SMS opið til kl. 22.

Sí annars skrá yvir tiltøk á jol.visittorshavn.fo

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x