Starv innan Vinnuferðavinnu

Útgivið tann 28. desembur 2018
Hevur tú hug at marknaðarføra Tórshavn sum ein altjóða vinnuferðavinnubý? 

Visit Tórshavn søkir eftir einum ídnum og kreativum verkætlanarleiðara til vinnuferðavinnu, sum hevur førleikar at arbeiða bæði strategiskt og operativt og sum brennur fyri at fortelja tær góðu søgurnar um Havnina.

Starvið, sum er eitt samstarv við Visit Faroe Islands, gevur tær møguleika at arbeiða í einum spennandi og mennandi altjóða umhvørvi, har tú fert at marknaðarføra Føroyar og Tórshavn, sum ráðstevnu- og fundarbý.

Áhugin hjá útlendskum fyritøkum og stovnum at brúka Tórshavn, sum ein ráðstevnu- og fundarbý er vaksandi og tín uppgáva verður at fáa hesi at velja Føroyar og Tórshavn. 

Starvið fatar um:

·         Altjóða marknaðarføring av Føroyum og Tórshavnar býi á messum, verkstovum og við framløgum
·         Samskifti við altjóða kundar og netverk bæði innanlands og altjóða
·         At bjóða uppá ráðstevnur
·         Samskifti við ambassadørar í vinnuferðavinnu, sum eru á høgum akademiskum stigi
·         Fyriskipan av marknaðarføringstiltøkum

Hetta setur krøv til, at rætti persónurin hevur royndir við altjóða marknaðarføring og kennir til vísindaliga umhvørvið.

Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju bæði í skrift og í talu. 

Vit leita eftir tær, sum:
 

·         Hevur royndir við at arbeiða við altjóða marknaðarføring
·         Hevur viðkomandi akademiska útbúgving
·         Tosar og skrivar flótandi enskt – hetta er eitt krav. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini kanst samskifta á fleiri málum, íroknað tey norðurlendsku
·         Er framsøkin, kreativ/ur og brennur fyri at fortelja tær góðu søgurnar um Havnina, sum ein vitanarbý, ið ynskir at draga vitanarpersónar til sín
·         Er málrættað/ur og hevur altjóða seljaralyndi
·         Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi 

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi fulltíðarstarv við nógvum samskifti úteftir og høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa. Tín arbeiðstaður verður á Visit Faroe Islands, men kemur tú at hava tætt tilknýti til Visit Tórshavn. 

Løn og setanartreytir

Tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.
 

Umsókn

Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til barbaras(at)torshavn.fo  ella til: 
Visit Tórshavn, Att: Barbara Samuelsen, Niels Finsensgøta 17, Postboks 379, 110 Tórshavn
 
Umsóknir skulu verða Visit Tórshavn í hendi í seinasta lagi 15 januar og verður starvið set skjótast gjørligt.Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber.

Til ber at frætta nærri um starvið við at venda sær til Barbaru Samuelsen, stjóra á tel 22 51 04 ella við at skriva tilbarbaras(at)torshavn.fo .

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x