Hóast tað er kalt í veðrinum og kvøldini framvegis eru
myrk, so er eingin orsøk at sita heima við hús og bíða eftir ljósari tíðum. Tað
er bæði heitt og fjálgt í býnum. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt
vikuskifti í Havn.
SKOYTUBREYTIN: SKOYTING
Tað
sær út til at fara at verða gott skoytiveður alla vikuna, og tískil hevur
Tórshavnar kommuna gjørt av at hava skoytubreytina opna til og við leygardagin
19. januar. Somuleiðis er kommunan í gávuhýri og bjóðar øllum at skoyta púra
ókeypis hesa vikuna.
Tað er nú, komið ein túr oman á ísin, og takið børnini við.
Hvat: Skoyting
Hvar: Vaglið
Nær: til og við leygardagin 19. januar
FILMSFELAGIÐ:
VOGTERNE
Franski
kvinnufilmurin "Les Gardiennes", sum verður sýndur við donskum
undirteksti og við heitinum "Vogterne", er um kvinnur, sum arbeiða á
einum bóndagarði í Fraklandi í 1915 meðan fyrri heimsbardagi herjar.
Móðir og dóttir í filminum eru Nathalie Baye og Laura Smet,
sum í veruleikanum eisini eru móðir og dóttir.
Filmur skal síggjast í felag, og hví ikki gera tað saman
við Filmsfelagnum í kvøld.
Hvat: Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: 16. januar kl. 20 - atgongumerki fáast til keyps á www.bio.fo og í Havnar Bio
MATSTOVA: FRUMBITI
Upplivið náttúrunnar ríku gávur, sum føroyska náttúran hevur at bjóða í
Frumbiti. Matstovan liggur mitt í býnum, og húsast í snotiligu hølunum hjá 62n
Hotel. Í fjør kom Frumbiti við í The White Guide 2019, og tú átti avgjørt at
roynt matarskránna.
Eitt frálíkt høvi áðrenn farið verður til
eitthvørt tónleikatiltak ella eina filmsuppliving í vikuskiftinum.
Hvat: Matur
Hvar: Frumbiti Restaurant
Nær: hvørt kvøld til kl. 00 FRUMSÝNING: HAVNAR BIO
Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú
ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja
filmarnar. Hesa vikuna er tað sci-fi filmurin Glass, ið verður frumsýndur, og
um tú heldur vil síggja ein romantiskan skemtifilm, verður filmurin Second Act
somuleiðis frumsýndur.
Hvat: Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Hvønn hósdag
KONSERT: ANNA SKORADAL
Í annaðkvøld, hóskvøldið,
verður ókeypis konsert í Sirkus við Onnu Skoradal, sum er sangarinna og
sangskrivari. Við síni rødd og ukulele fer
Anna at framføra í Sirkus við einum úrvali av egnum løgum og tøkuløgum.
Anna sigur sjálv, at hon altíð hevur sungið nógv. Hon
elskar tað, og tað kemur fram í tónleikinum.
Hvat: Tónleikur
Hvar: Sirkus
Nær: 17. januar kl. 21
MARKNAÐUR: KLÆDNAUMBÝTING
Hevur
tú ymiskt liggjandi í skápinum sum tú ikki brúkar? Tað kann vera eitt nú
klæðir, skógvar, prýðislutir, smyrsl, nips ella leikur, sum onkur annar kann
fáa gleði av. So verður høvi at rudda út leygardagin 19. januar, tá dyrnar í
Perluni lata upp til ein umbýtingardag.
Hugskotið er at "býta um" klæðir, skógvar, smyrsl
ella hvat tað skal vera við lutir, sum onkur annar hevur ruddað út. Tú kemur
við tínum lutum og fer avstað aftur við tí, sum svarar til tað, tú kom við.
Hvør veit?! Kanska finnur tú júst tað, tær tørvar í tínum
klædnaskápi ella heimi uttan at svinga kortið?
Hvat: Klædnamarknaður
Hvar: Reinsaríið
Nær: Leygardagin 19. januar kl.
10 til 16
FRAMSÝNING: MYNDAÓDN
Í
desember mánað í fjør lat árliga framsýningin “Myndaódn” upp í Steinprenti.
Innihaldið í framsýningini er list, ið hevur verið sýnd fram í Steinprenti í
2018, men eisini er talan um spildurnýggja list, sum er gjørd serliga til hesa
framsýningina.
Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við nógvum
listafólkum - Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras
Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus
Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide,
Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev.
Um tú ikki longu hevur sæð framsýningina, so hevur tú ein
enn ein møguleika.
Hvat: Framsýning
Hvar: Steinprent
Nær: til leygardagin 19. januar
THE TARV: KOKKTEYLBARR
Í
sjarmerandi umhvørvinum undir Bryggjubakka liggur grillhúsið, The Tarv. Tó er
The Tarv eisini so nógv annað enn ein matstova. Í niðaru hæddini er nevniliga
ein serlig kokkteylbarr, sum borðreiðir við serligum kokkteylum.
Umframt kokkteyls er somuleiðis eitt úrval av sigarum í
barrini.
Hvat: Kokkteyl
Hvar: The Tarv
Nær: hvørt kvøld til kl. 00, tó fríggja- og leygarkvøld til kl. 01
LIVANDI TÓNLEIKUR: EYÐUN NOLSØE
Leygarkvøldið
verður aftur livandi tónleikur á Jomfrúbakkanum. Hesaferð verður tað eingin
annar enn navnframi Eyðun Nolsøe við sínari guitar og kendu løgum. Tað kann
bara verða gott.
Fylgið Jomfrúbakkanum á Facebook og fáið boð næstu ferð
livandi tónleikur er á skránni.
Hvat: Tónleikur
Hvar: Jomfrúbakkin
Nær: 19. januar kl. 23 Far eisini ein túr til handils í hugnaligu
Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til
kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit
yvir handlar her.
Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí
enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja
gistingarmøguleikar her.
PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um
áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er
at síggja her.