Leiðvísari: Títt vikuskifti í Havn

Útgivið tann 17. januar 2019
Fyrr í vikuni byrjaði ársins jazz-festivalur. Eins og undanfarin ár, setir eisini hesin ein festligan dám á Havnina í eina heila viku. Umframt jazz, verður eisini annað gott at fara til. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt vikuskifti í Havn.

TJÓÐPALLUR FØROYA: IT MIGHT BE A DREAM 

Tjóðpallur Føroya framleiðir leikin ’It might be a dream’ eftir Duritu Dahl Andreassen og Nannu Bang. Enn vita vit ikki nógv at siga um leikin, tó sigst at frumsýning verður í kvøld...
  Hon situr í løtuni og skrivar innbjóðingar.

Hon skrivar innbjóðingar til allar sínar fyrimyndir.
Hon er ómetaliga spent.
Hon er spent um tað, sum hon skal siga. Hon er spent, um tey fara at skilja hana.
Hon er spent, um nakar fer at koma.


Hvat:
 Sjónleikur
Hvar: Tjóðpallur Føroya
Nær: 23., 24. og 25. januar kl. 20 - atgongumerki fáast til keyps á www.tjodpallur.fo  
 

NORÐURLANDAHÚSIÐ: IKI + JÓSEF ZACHARIASSEN KVARTETT

Raddir, sum vit ongantíð hava hoyrt tær fyrr, klassiskar rútmur og feitur elektronikkur. Komið við til
dupultkonsert við virðislønta dansk/norskt/finska bólkinum IKI og føroyskt/norska bólkinum Jósef Zachariassen Kvartett.
 

Hvat:
 Vetrarjazz 2019
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: 24. januar kl. 19 - atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo

FRUMSÝNING: KURSK

Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja filmarnar.
 

Hesa vikuna er tað spenningsfilmurin Kursk, ið verður frumsýndur. Kursk byggir á veruligu hendingarnar í fóru fram, tá russiski kavbáturin K-141 Kursk, sakk í Barentshavinum við 118 sjómonnum umborð.
      
Hvat: Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Hvønn hósdag 

FERNISERING: SILJA STRØM 

Fríggjadagin letur framsýningin 'Listaleikir' við Silju Strøm upp á Listasavni Føroya.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin
Kinna Poulsen, ummælari, setur framsýningina
Teitur Lassen framførir

Listakvinnan verður til staðar og savnið bjóðar ábit.

Myndirnar hjá Silju Strøm hava leiksins gleði og lív yvir sær, og samstundis mynda pastelllitirnir heimin hjá einari ungari gentu. Mitt í øllum sakloysinum og máligleðini koma einstakir kenniligir figurar fram, og gátuførar frásagnir daga undan. Eisini er málaraarbeiðið um at fara yvir í tað ógvisliga, so leikurin er ikki bara spæl, men listaleikur.

Hvat: Framsýning
Hvar: Listasavn Føroya
Nær: 25. januar kl. 16

MATSTOVA: ETIKA  

Umhugsar tú at fara út at eta áðrenn allar tónleikaupplivingarnar í vikuskiftinum, er sushi matstovan, etika, eitt gott boð. Matstovan, sum liggur mitt á Áarvegnum, borðreiðir við japanskari matgerð úr føroyskari rávøru og við perlandi víni afturvið. 

Somuleiðis hevur etika eitt breitt úrval av Kusmi te at njóta bæði á matstovuni og heima við hús, eins og maturin eisini kann keypast heim við.
      
Hvat: Matur
Hvar: etika
Nær: hvørt kvøld til kl. 22 - bílegg borð ella mat heim við á www.etika.fo
 

REINSARÍIÐ: AFENGINN 

Afenginn er aftur frammi við nýggjari útgávu. Útgávan eitur “Klingra”, og tað er finnin Kim Nyberg, sum er komponistur. Kim Nyberg komponerar oftast kenslubornan instrumentalan tónleik, og á nýggju útgávuni, hevur hann sligið seg saman við Dánjali á Neystabø, sum hevur skrivað tekstirnar.

Sum heild kann sigast at Klingra hevur ein føroyskan dám. Stórur partur av tónleikinum er skrivaður í Føroyum, innspældur í Føroyum av føroyskum tónleikarum.

Við á konsertini verða:

Kim Nyberg, Niels Skovmand, Knut Finsrud, Teitur Lassen, Angelika Nielsen, Mikael Blak, Dánjal á Neystabø og strúkarar frá musikkskúla miðnám.

Sum lurtari kann tú gleða teg til eina hyponotiska ferð í einum tónleikaheimi har tú bæði møtir tivandi rútmur í øllum hugsandi taktartum og næstu løtu friðaligum, sissandi og mediativum tónum. Tónleikurin verður spældur av framúrskarandi tólkeikarum við Kim Nyberg sum orkesturleiðara. Afenginn er eitt unikum av einum orkestri og eru kendir fyri teirra fantastisku live upptraðkanir.


Hvat: Vetrarjazz 2019
Hvar: Reinsaríið
Nær: 25. januar kl. 19   
 

BLÁBAR: AD LIB 

AD LIB er eitt afro-jazz/post-bop projekt. Tónleikurin er riff baseraður og improvisatoriskur, har endamálið er at skapa tónleik við einari rúgvu av framdrátti. Somuleiðis er tónleikurin lívligur, og er á ein ella annan hátt kontrast ímóti tí melankolska norðurlendska jazzinum.
 

Miðja verður eftir einari tættari og intensari atmospheru, har bæði tónleikarar og áhoyrarar smelta saman til eitt.

Hvat:
 Vetrarjazz 2019
Hvar: Blábar
Nær: 25. januar kl. 23 

SMS: GJJS-KVARTETT 

GJJS-Quartet er ein svensk/føroysk kvartett, búsett í suður Svøríki. Tónleikurin tekur íblástrur úr skandinaviskum jazzi, ið bólkurin tulkar á sín egna, nýmótans hátt. Úrslitið er ein sermerkt, modernað, nordisk ljóðmynd, ið skilir seg burturúr.
 

Umframt framførslu í sambandi við Vetrarjazz 2019, hava handlarnir í SMS opið til kl. 18. Húsið letur aftur kl. 21.

Hvat: Vetrarjazz 2019
Hvar: SMS
Nær: 26. januar kl. 13 

NORÐURLANDAHÚSIÐ: TÓRSHAVNAR BIG BAND

Ferð eftir ferð bergtekur Tórshavnar Big Band áhoyrararnar hvørt tey spæla altjóða klassikarar ella nýggjar útsetingar av føroyskum løgum. Leygardagin verður einki undantak, tá tey til Vetrarjazz fara at spæla uppruna føroyskan big band tónleik.
 

Tað kann bara verða gott.

Hvat:
 Vetrarjazz 2019
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: 26. januar kl. 19 – atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo     

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.
   

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x