Leiðvísari: Títt Vetrarljós

Útgivið tann 1. februar 2019
Frá Vetrarjazzi til Vetrarljós. Í morgin, leygardagin 2. februar verður afturvendandi tiltakið Vetrarljós í býnum. Tað er kvøldið, tá tónleikur og ljós verða til eitt, og fólk savnast fyri at hátíðarhalda ljósari tíðum. Komið við ein túr gjøgnum Havnina og upplivið ljós í alskyns litum og tónleik fyri hvørt oyra. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt Vetrarljós í Havn.

BÝARRÚMIÐ: LJÓSINSTALLATIÓNIR 

Býarskipanardeildin og Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu vilja eisini vera við til at heilsa ljósari tíðum vælkomnum. Tískil hava Býarskipanardeildin og Mentamáladeildin tikið upp samstarv við Brand Patursson, listamann, um at fáa til vega ljósinstallatiónir í býarrúminum í sambandi við Vetrarljós.
 

Brandur Patursson fer at hava tríggjar ljósinstallatiónir í býnum. Hesar vera í Finsen, Bojsengarðinum og í túninum hjá Betri í Sverrisgøtu. Á myndunum sæst ein brellbiti av ljósinstallatiónunum, sum kunnu upplivast um vikuskiftið, og á leinkinum sæst ein stuttfilmur um listamannin.

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Finsen, Bojsensgarður og í túninum hjá Betri í Sverrisgøtu
Nær: Leygardagin 2. februar  
 

VÁGSBOTNUR: STREETFOOD 

Tað er eingin orsøk at ganga svangur millum tiltøkini á Vetrarljós. Leygardagin 2. februar kl. 16 letur víðagitni streetfood marknaðurin upp niðri í Vágsbotni. Tað er nú tú hevur møguleikan at royna bæði lekru brioche bollarnar og vælsmakkandi ræstkjøtaburgaran.
 

Vit síggjast í Vágsbotni!

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Vágsbotnur
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 16  
 

MATSTOVA: SJÁLVTØKUBORÐ, KOKKTEYLS OG TÓNLEIKUR  

Komið við ein túr á Hotel Hafnia leygarkvøldið 2. februar kl. 18. Borðreitt verður við lekrum sjálvtøkuborði, og kokkteylbarr. Somuleiðis verður feitur tónleikur at hoyra, og skráin sær soleiðis út:
 

20.00-01.30 Dan Helgi í Gong DJ
21.35-22.05 HOGNI
23.15-23.35 Greta Svabo Bech
 

Alt hetta á Parnassinum og Panorama. Komið við!       

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Hotel Hafnia
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 18.00  

HAVNAR KIRKJA: MARIUS

Komið við í Havnar kirkju leygarkvøldið 2. februar kl. 19.00 og lurtið eftir Marius Ziska
Nýggja útgávan hjá Marius Ziska, sum varð givin út 15. juni í 2018, fekk sera góð ummæli. Útgávan "Portur" fekk 5 út av 6 stjørnum í Kvørnini.  

Upplivið perlurnar frá Marius Ziska á Vetrarljós. Tiltakið er ókeypis!

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Havnar kirkja
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 19.00  

UPPLESTUR: WILLIAM OG VETURIN

Komið við á Býarbókasavnið leygarkvøldið 2. februar kl. 20.15 til eitt forvitnisligt tiltak. Marita Dalsgaard fer at lesa úr tekstum eftir William Heinesen, ið á onkran hátt snúgva seg um veturin og Havnina.
 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!       

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Býarbókasavnið
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 20.15

STUTTFILMAR: KLIPPFISK 

Leygarkvøldið 2. februar sýnir Klippfisk føroyskar stuttfilmar í Blábar.
 

Skrá:   19.45
- Dalur (Heiðrik á Heygum, stuttfilmur, 2015)
- Monster (Heiðrik á Heygum, videolag, 2017)
 

20.30
- Wünder Pitsa (Hanus Johannessen, stuttfilmur, vinnari av filmskappingini hjá Klippfisk 2017) 
- Myndamálarin (Gudmund Helmsdal Nielsen, besta hugskot í filmskappingini hjá Klippfisk 2017) 
- Eitt knæk (Andrias Høgenni, stuttfilmur, vinnari av Geytanum 2016)
 

21.15
- Maðurin við blæuni (Maria Tórgarð, stuttfilmur, vinnari av áskoðaravirðislønini til Geytan 2018)
- 111 góðir dagar (Trygvi Danielsen, stuffilmur, vinnari av Geytanum 2018)
 

Filmar skulu síggjast í felag, og hesaferð í Blábar. Síggjast!

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Blábar
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 19.45, 20.30 og 21.15 

EBENEZER: SANGKÓRIÐ ÚR BETESDA 

Aftur í ár letur Ebenezer dyrnar upp til Vetrarljós við forkunnugari vitjan úr norðoyggjum. Tað er sangkórið úr Betesda, sum fer at framføra til ársins Vetrarljós leygarkvøldið 2. februar kl. 20 undir leiðslu av Torkil Mørkøre.
 

Støkkið inn á gólvið, øll eru hjartaliga vælkomin!

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Ebenezer
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 20   


HANDLAR: LIVANDI TÓNLEIKUR

Eins og undanfarin ár verður eisini tónleikur í onkrum av handlunum í býnum. Hesaferð eru tað Fótbúni og Soul Made, sum bjóða innar til forvitnisligar tónleika upplivingar.
 

Fótbúni: kl. 20.10 fer eingin annar enn Dánial Gomez at framføra. Umframt livandi tónleik, ber eisini til at ognað sær eitt par av skóm ella tvey, tí handilin hevur eisini opið.  

Soul Made: kl. 21.10 verður tað navnframi Mike Viderø, sum framførir saman við Sámal. Tað verður eisini møguligt at keypa sær okkurt plaggið heim við.   Støkkið inn á gólvið, tað verður gott!

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Fótbúni og Soul Made
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 20.10 og kl. 21.10

SKEIVA PAKKHÚS: JASMIN 

So verður tað ikki nógv betur! Leygarkvøldið 2. februar fer føroyska stjørnuskotið JASMIN at framføra við bólki í Skeiva Pakkhús.
 

Vit kenna øll væl umtóktu perlurnar frá JASMIN, “Baby Blue” og “Make Sense”, og leygarkvøldið verður einki undantak, tað verður gott!  

Tað er í Skeiva Pakkhúsi, og tiltakið er ókeypis!   

Hvat:
 Vetrarljós
Hvar: Skeiva Pakkhús
Nær: Leygardagin 2. februar kl. 00.00 


Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.   

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x