Leiðvísari: Títt vikuskifti í Havn

Útgivið tann 7. februar 2019
Vikuskiftið er í nánd, og hetta komandi verður eins og øll onnur á tremur við upplivingum til alla familjuna. Livandi tónleikur og framsýningar eru runt um í býnum, kaffi- og matstovur hava dagført matarseðilin, og nýggjasta vøran er komin á hillarnar í handlunum. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt vikuskifti í Havn.

FRUMSÝNING: BEN IS BACK

Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja filmarnar.  

Hesa vikuna er tað filmurin Ben is Back við eitt nú Julia Roberts í høvuðsleiklutinum, ið verður frumsýndur. Filmurin snýr seg um, tá Ben púra óvæntað kemur heim at vitja familjuna í sambandi við jólahøgtíðina. Mamma Ben sær alt fyri eitt, at okkurt ikki er sum tað eigur vera, og vil hjálpa soninum, men fer tað at eydnast henni?
  
       
Hvat: Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Hvønn hósdag 
 

FRAMSÝNING: MYNDAFELAGIÐ FOKUS 

So vóru tey aftur her, dugnaligu myndafólkini. Fríggjadagin klokkan 14 letur árliga fotoframsýningin hjá Myndafelagnum Fokus upp.  

Støkkið inn á gólvið. Øll eru hjartaliga vælkomin í Smiðjuna í Lítluvík.

Hvat:
 Framsýning
Hvar: Smiðjan í Lítluvík
Nær: 8. februar til 12. februar - opið er frí. kl. 14 til 19, ley. kl. 12 til 18, sun. til og við týs. kl. 14 til 18  
 

DANSUR: UPP Á TÁ 

Fríggjakvøldið verður væl umtókta sendingin hjá KVF, Upp á tá, send beinleiðis av Bryggjuni í Vestmanna. Teir báðir, Elis og Finnur, fara at spæla góðar slagarar og sjelarar fyri teimum á staðnum, og sjálvandi vera teir eisini at hoyra í útvarpinum.  

Kundi tú hugsað tær at farið ein biltúr? Tað er stutt til Vestmanna og har er góður tónleikur.

Hvat:
 Dansur
Hvar: Bryggjan í Vestmanna
Nær: 8. februar kl. 21  
 

MATUR: BRONSJ 

Hví ikki byrja leygarmorgunin við einum marglætis morgunmati, bronsj við børnunum ella bara einum góðum morgunmatar tallerki í hugnaligum umhvørvi. Hevur tú hug til nýbakaðar croissantar, bestu bleyttkókaðu eggini ella sevjumikla frukt?   

Óansæð hvat tú hevur hug til, so eru fleiri kaffi- og matstovur í høvuðsstaðnum, sum bjóða bronsj hvørt vikuskifti. Tað góða er at tær nýtist ikki at fara upp tíðliga, tí flest øll støðini hava morgunmatin á skránni til kl. 14. 

Hvat: Bronsj
Hvar: kaffi- og matstovur í Havn
Nær: Hvørt vikuskifti millum kl. 11 og 14, tað er tó ymiskt millum støðini - fylg við á facebook síðunum hjá hvørjum einstakum  
 

DISKING: SPRINGARASYSTRAR 

Ætlar tú, sum tær sjálvar siga, út at “sjeyk sum booty” í vikuskiftinum, so hevur Sirkus okkurt til tín. Fríggjakvøldið yvirtaka Springarasystrarnar Sirkus, og fara at diska við øllum góðum úr havinum langt út á náttina. 

Hvat:
 Tónleikur
Hvar: Sirkus
Nær: 8. februar frá kl. 00 til 04 
 

DANSISKÚLI: DANSIFRØI Í FØROYUM 

Hevur tú kritað tær dansiskógvarnar? Um ikki, so er tað nú. Hetta vikuskiftið koma tey bæði, Thomas Evers Poulsen og Anne Sofie Kruuse, til Føroyar at undirvísa okkum í dansi.  

Leita eftir tiltakinum á facebook og fá nærri kunning um hvussu tú kann læra at dansa latín og standard dans.

Hvat:
 Dansiskúli
Hvar: Dansifrøi
Nær: 8. og 9. februar - nærri kunning á facebook.com/vild-med-dans-færøerne  
 

LIVANDI TÓNLEIKUR: JÁKUP ÓLAVSSON 

Leygarkvøldið verður livandi tónleikur í Loca við dugnaliga argjafrensinum, Jákup Ólavsson, sum bæði er forsangari og gittarleikari í progressiva metalbólkinum, Impartial.  

Gakk ein túr framvið Loca leygarkvøldið, og njót góða tónleikin.

Hvat:
 Livandi tónleikur
Hvar: Loca
Nær: 9. februar kl. 23
 

TJÓÐSAVNIÐ: MENTAN OG NÁTTÚRA 

Er tað langt síðani tú hevur verið á Tjóðsavninum og vitjað framsýningina í Brekkutúni? Tú átti at farið ein túr. Tak børnini við og upplivið forvitnisligu framsýningina saman.  

Í framsýningini eru náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd.

Hvat:
 Framsýning fyri alla familjuna
Hvar: Tjóðsavnið í Brekkutúni
Nær: Hósdag og sunnudag frá kl. 14 til 17     
      
NORÐURLANDAHÚSIÐ: DAWDA JOBARTEH & KÁRI SVERRISSON 

Sunnudagin verður dupult konsert við gambiska koraúrmælinginum Dawda Jobarteh og Kára Sverrissyni við bólki í Norðurlandahúsinum. Konsertin er partur av PULS konsertrøðini.  

Dawda Jobarteh vitjar í Føroyum saman við slagverksspælaranum Salieu Dibba, og saman spæla teir eina samanrenning av siðbundnum gambiskum tónleiki, norðurlendskum fólkatónleiki og jazzi.  

Kári Sverrisson framførir við bólki, og teir, ið manna bólkin, eru Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli Olsen, klaver og harmoniku.

Hvat:
 Tónleikur
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: 10. februar kl. 16 - atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo    

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.   

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x