Leiðvísari: Tín valentinsmessa í Havn

Útgivið tann 12. februar 2019
Tørvar tær íblástur til romantikkin á valentinsmessu, sum verður í næstum? Hósdagin 14. februar verður heimurin málaður reyður við hjørtum, og Havnin er einki undantak. Handlar og blómubindarar hava gjørt nógv burturúr degnum, og somuleiðis hava matstovur og gistingarhús spent seg út. Niðanfyri hava vit savnað nøkur hugskot til tín romantiska valentinsdag í Havn.  

GISTINGARHÚS: ROMANTISK NÁTT Á 62N
 

Kundi tú hugsa tær eina romantiska nátt á 62N Hotel? Hósdagin 14. februar bjóðar 62N Hotel gisting í dupult kamari fyri einans kr. 495,- íroknaður morgunmatur.

Bíleggið á hotel@62n.fo ella á tel 50 06 00.
         
Hvat: Gisting
Hvar: 62N
Nær: Hósdagin 14. februar    

MATSTOVA: VALENTINES DAGUR Í FRUMBITA

Hóskvøldið 14. februar verður valentines dagur hátíðarhildin í Frumbita við trimum rættum og drykkjuvørum afturvið fyri einans kr. 500,-

Matarseðilin sær soleiðis út:
 

·      
Hummarasuppa við rækjum, várleyki og súrróma

·       Risstokt lambstjógv við perluleyki, brokkolini og harissa sós
·       Sjókulátaterta við jarðber og hindberjaísi

Hvat: Matur
Hvar: Frumbiti
Nær: Hósdagin 14. februar

FRUMSÝNING: IF BEALE STREET COULD TALK

Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja filmarnar.  

Hesa vikuna er tað filmurin If Beale Street Could Talk, sum av mongum verður mettur at vera frontrunner til eina Oscar tilnevning fyri besta film síðst í februar.

Filmar skulu síggjast í felag, so hví ikki nýta høvi á valentinsmessu?!
         
Hvat: Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Hósdagin 14. februar kl. 20     

VALENTINE TILBOÐ: FORKELA MAKAN  

Forkela makan, og bjóða oman til ein betri bita á Katrinu Christiansen. Tað steðgar tó ikki her, tí tú kanst eisini gista á Hotel Hafnia og fáa sertilboð á valentinsmessu:  

·      
Fyri hvønn í standard dupult kamari við mati kr. 795,-

·       Fyri hvønn í Nordic dupult kamari við mati kr. 895,-  

Stórt morgunmatarborð við øllum hugsandi er íroknað. Bílegging fer fram á www.hafnia.fo 
  

Hvat: Gisting og matur
Hvar: Katrina Christiansen og Hotel Hafnia
Nær: Hósdagin 14. februar     

VALENTINSMATSKRÁ: BJÓÐA EINUM TÚ ELSKAR Á FÚTASTOVU 

Fútastova bjóðar romantiska matskrá á valentinsmessu. Kokkarnir hava sett saman eina matskrá, sum osar av romantikki. Bjóða makanum við til:
 

·      
Hummarabisque við jákupsskeljum og dild

·       Millumrivjasneið við tomat, sellerírót og bordelaise
·       Blóðappelsinkrapi við stjørnuaniskremi og hvítari sjokolátu  

Kostnaður kr. 800,- fyri tvey, tvær ella tveir og kostnaður við vínskrá kr. 1.200,- fyri tvey, tvær ella tveir. Bílegging fer fram á www.futastova.fo
  Til ber eisini at njóta valentinsmessu á øðrum matstovum Heima í Havn. Hyggið á facebook, og lesið matarseðilin. Har verður bæði romantiskt og góður matur.

Hvat:
 Matur
Hvar: Fútastova
Nær: Hósdagin 14. februar    

OKKURT SØTT: SIG TAÐ VIÐ KØKU 

Á valentinsmessu ber til at bíleggja serliga køku til ein, ið tú er góð/ur við. Tú avgerð sjálv/ur tekstin, ið stendur omaná køkuni.

Ring oman í Kaffihúsið á tel 35 87 87 áðrenn mikudagin 13. februar kl. 15 við tíni bílegging og ynskjum.

Talan er um eina lagkøku við hindber og vaniljukrem við áleið 4-5 stykkjum. Kostnaðurin fyri køkuna er kr. 250,-


Hvat: Køkur
Hvar: Kaffihúsið
Nær: Hósdagin 14. februar    

AFTERNOON TEA: ROMANTIKKUR YVIRI VIÐ STROND 

Komið við ein túr Yvir við Strond og verði forkelaði við Afternoon Tea í hugnaligu matstovuni hjá Havgrím Seaside Hotel. Somuleiðis verður høvi at steðga eina nátt, og njóta góðan morgunmat dagin eftir.
 

Lesið meira á www.havgrim.fo  

Hvat: Afternoon tea og gisting
Hvar: Havgrím Seaside Hotel
Nær: Hósdagin 14. februar 

VALENTINES PUB QUIZ: DISNEY ROMANTIKKUR

 
Á valentinsmessu verður eisini romantikkur í Mikkeller. Hetta kvøldið verður ein serlig útgáva av pub quiz, sum fer at snúgva seg um romantisk Disney ævintýr.
 

Tak makan undir armin og luttak í quiz’inum. Tað verður romantiskt!

Hvat: Pub quiz
Hvar: Mikkeller
Nær: Hósdagin 14. februar kl. 20    

VALENTINSMATSKRÁ: ROMANTISKT SUSHI

Á valentinsmessu verður matarskráin í Etika fylt við kærleika. Frá kl. 17 og restina av kvøldinum er bert møguligt at bíleggja úr valentinsmatarskránni.
 

·      
Forrættur, høvuðsrættur og dessert við kaffi/te kr. 329,- fyri hvønn

·       Forrættur, høvuðsrættur og dessert við víni og kaffi/te kr. 399,- fyri hvønn  

Bíleggið borð á www.etika.fo


Hvat:
 Sushi
Hvar: Etika
Nær: Hósdagin 14. februar     
      
GIST OG VIST: VALENTINES DAGUR Á HVONN OG HOTEL TÓRSHAVN
 

Bíleggið gisting á Hotel Tórshavn og latið starvsfólkini á staðnum hjúkla um tykkum. Tit gista í dupultum kamari, og fáa lekra sjokolátu við inn á borðið.
 

Síðani verður borðreitt í matstovuni við 200 gr. Hereford steak við salati, kipsi og sós. Omaná verður ísur to share og kaffi/te.  

Alt hetta fyri kr. 685,- fyri hvønn. Bíleggið pláss á www.hoteltorshavn.fo ella á tel 35 00 00.
 

Hvat: Gist og vist
Hvar: Hvonn og Hotel Tórshavn
Nær: Hósdagin 14. februar   

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Handlarnar sær tú her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini á valentinsmessu, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

Sí yvirlit yvir kaffi- og matstovur her

Pssst...minst til blómurnar!

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x