Leiðvísari: Títt vikuskifti í Havn

Útgivið tann 21. februar 2019
Vikuskiftið pikkar á dyrnar, og tað gera mongu tiltøkini í høvuðsstaðnum eisini. Umframt fleiri listaframsýningar og tónleika upplivingar, er vikuskiftið somuleiðis merkt av stóru hondbóltsfinalunum, sum verða leiktar bæði leygar- og sunnudagin. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt vikuskifti í Havn.

FRUMSÝNING: GREEN BOOK

Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja filmarnar.  

Hesa vikuna er tað filmurin Green Book, ið byggir á eina veruliga søgu um vinskap fyri alt lívið. Filmurin snýr seg um, tá duravørðurin, Tony Lip fær til uppgávu at koyra og verja klaversnillingin, Dr. Don Shirley, ið skal á konsertferð.
Filmurin er eitt “feel good drama” við einari rúgvu av skemti. Minnist til, filmar skulu síggjast í felag!           

Hvat:
 Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Hvønn hósdag    

FRAMSÝNING: LÍTLUM BÁTI REKIST EG Á 

Framsýningin hjá Peter Callesen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 22.februar, er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, sum listamaðurin hevur skapað í Steinprenti, framsýnir hann eisini verk, har hann brúkar pappírið, sum skulpturelt tilfar.
 

Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud, ið taka støði mitt í føroyska sangskattinum í kenda sálminum hjá Fríðriki Petersen, Tíðin rennur sum streymur í á, sum við síni inniligu lýsing av hinum áraleysa rekanum móti stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut og at vit liva tað ásannandi, at tað einaferð er liðugt.  

Hvat:
 Framsýning
Hvar: Steinprent
Nær: Fríggjadagin 22. februar kl. 16 til 18  
 

FERNISERING: VÁRLIG LISTAFRAMSÝNING 

Fríggjadagin letur listamaðurin upp framsýning við 16 várligum málningum. Teir flestu hevur Eyðun málað í ár og í fjør.   
 

Flestu málningarnir hava eitt frískligt og várligt dæmi. Við grovum strokum og sterkum litum málar hann málningar, har landsløg og bygdaløg hómast í einum spennandi litspæli.   

Eyðun av Reyni hevur seinastu árini roynt nýggja leið í málningum sínum, og henda framsýningin vísir ein leitandi listamann.  

Til ferniseringina fer nýútbúni listfrøðingurin Dagmar M. Winther at siga frá listini hjá Eyðuni av Reyni, og Lea Kampmann fer at framføra egin løg.

Hvat:
 Framsýning
Hvar: Kringvarp Føroya
Nær: Fríggjadagin 22. februar kl. 16 - framsýningin er opin gerandisdagar frá kl. 9 til 18 og leygardagar frá kl. 10 til 14  
   

MATUR OG DREKKA: RÆST OG SJERRI HEIMA Í HAVN 

Parlagið millum ræsaðu føroysku matmentanina og sjerri úr Jerez, Andalusia hevur tú nú møguleikan fyri at uppliva heima í Havn.

Afturvið grind, turrum og røstum fiski, røstum kjøti úr Sumba og øðrum fara dugnaligu starvsfólkini í Ræst at borðreiða Fino, Manzanilla, Amontillado, Palo Cortado, Oloroso og Pedro Ximenez frá Fernando dey Castilla úr Jerez.

Kostnaður: 1100,- fyri hvønn. Bílegg borð á www.raest.fo

Hvat: Matur og drekka
Hvar: Ræst
Nær: Fríggjadagin 22. februar og leygardagin 23. februar frá kl. 19 til 22  
   

TÒFF: OLSEN BANDEN OG FØROYSKIR STUTTFILMAR 

Tað eru nú yvir 50 ár síðan, at fyrsti filmurin um Olsen Banden varð sýndur fyri fyrstu ferð. Hetta verður hátíðarhaldið við einari sýning av Olsen Banden ser rødt.

Eftir sýningina fara ungir, føroyskir filmsspírar at sýna tríggjar stuttfilmar, sum tey hava framleitt í 2018.

Skrá:

19.00 - 19.30: Øl og lagkøka í forhøllini

19.30 - 21.10: Felagið Føroysk Filmsfólk sýnir Olsen Banden ser rødt

21.10 - 21.30: Steðgur

21.30 - 22.15: Klippfisk sýnir stuttfilmar hjá ungum, føroyskum filmsspírum:

- Nóllywood 2018: Til deyðin okkum skilir. Leikstjóri: Fríði Birgisson Olsen.

- Klippfisk Bootcamp: Setanarsamrøðan. Leikstjóri: Felisia J. Helmsdal.

- Endurlit: Leikstjóri: Brandur Teitsson


Hvat:
 Filmssýningar
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: Fríggjadagin 22. februar kl. 19 - atgongumerki á kr. 50 fáast til keyps á www.nlh.fo  
   

HONDBÓLTUR: FINALUVIKUSKIFTI 

Leygardagin og sunnudagin verður spenningurin í hásæti tá hondbólturin skal finna vinnararnar í Faxe Kondi finaluni.
 

Hjá kvinnunum eru tað VÍF og Kyndil, sum hittast á Hálsi, meðan tað hjá monnunum eru havnaliðini bæði, Neistin og Kyndil, sum skulu kappast um steypið.     


Hvat:
 Hondbóltur
Hvar: Stórhøllin á Hálsi
Nær: 23. februar kl. 13.30 (kvinnur) og kl. 16.00 (menn) - sí skrá annars á www.hsf.fo     

ESSABARR LIVE: SNACK OG LIVANDI TÓNLEIKUR 

Hevur tú roynt væl umtókta Chili Con Carne rættin, sum simrar í reyðvíni í tímavís? Hann kann etast í Essabarr ella takast út við. Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær late night toast ella Nachos heilt til kl. 22 um kvøldi, tá køkurin letur aftur.
 

Komandi leygarkvøld verður livandi tónleikur í Essabarr frá kl. 22. Høgni Reistrup hevur pakkað sær guitarin og smurt sær røddina til vikuskiftið. Farið inn á gólvið hjá Essabarr og njótið bæði góðan tónleik og snack leygarkvøldið.    


Hvat:
 Smárættir og livandi tónleikur
Hvar: Essabarr
Nær: Leygarkvøldið 23. februar kl. 22 - køkurin er opin til kl. 22     
      

LIVANDI TÓNLEIKUR: UNI & EDVARD 

Leygarkvøldið verður livandi tónleikur í Jomfrúbakkanum við Una Debess og Edvard Nyholm Debess.   

Støkkið inn á gólvið hjá Jomfrúbakkanum leygarkvøldið, og njótið góða tónleikin. 

Hvat:
 Livandi tónleikur
Hvar: Jomfrúbakkin
Nær: 23. februar kl. 23 til 03   

TÓFF: WORK IN PROGRESS  

Hvat er í gongd í føroyskum filmi í løtuni? Tríggir føroyskir spælifilmar liggja á arbeiðsborðunum hjá leikjstórunum Andriasi Høgenni, Antoni Petersen og Sakarisi Stórá.

Kom og hoyr teir leggja fram um teirra spælifilmsverkætlanir. Ein tími, býttur í tríggjar ferðir 20 minuttir, sum Pætur Marjunarson Dahl stýrir. Hann setur leikstjórunum spurningar - og letur áhoyrararnar koma framat við spurningum, um tíðin loyvir tí. 

Hvat: Framløgur
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: 23. februar kl. 15 - ókeypis atgongd   

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.   

Mynd: Essabarr

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x