Leiðvísari: Títt føstulávintsvikuskifti í Havn

Útgivið tann 1. mars 2019
So var aftur fríggjadagur, og hetta vikuskiftið eru tað grýlurnar, sum seta dagsskránna. Mánadagin er føstulávintsmánadagur, og tað  setir sjálvandi ein skemtiligan dám á havnargøtur. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt føstulávintsvikuskifti í Havn.

BARNABÓKASAVNIÐ: FØSTULÁVINTSKLIPP 

Komið við í Barnabókasavnið og klippið føstulávintsklipp. Har er møguligt at evna egnar grýluskortar í vikuskiftinum og føstulávintsmánadag við. Kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á borðinum.


Tað er ordiliga stuttligt. Hyggið inn á gólvið, øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis!   

Hvat:
 Føstulávintsklipp
Hvar: Barnabókasavnið
Nær: Mikudagin 27. februar til mánadagin 4. mars frá kl. 9 til 20     

FRUMSÝNING: COLD PURSUIT

Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja filmarnar.  

Hesa vikuna er tað filmurin Cold Pursuit við Liam Neeson í høvuðssleiklutinum, ið verður frumsýndur. Filmurin snýr seg um Nels Coxman, sum livir eitt púra vanligt lív saman við konu og soni í Kehoe. Alt broytist tó ein dag, tá sonurin brádliga verður myrdur, og Nels fer á hevndarferð.   

Minnist til, filmar skulu síggjast í felag!           

Hvat:
 Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Hvønn hósdag    

BARNATILTAK: FØSTULÁVINTSHALD VIÐ BUBU 

Leygardagin verður stórt føstulávintshald í SMS. Á skránni verður andlitsmáling, myndatøka av vøkru grýlunum, tunnusláttur, skattaveiða við Bubu og síðani endar dagurin við, at Bubu velur bestu grýlurnar. Afturat mongu tiltøkunum bjóðar SMS ókeypis føstulávintsbollar og sunkist.

Skrá:

10 - 14: Andlitsmáling
10 - 14.30: Tak eina mynd í grýluboksini
11 - 12: Tunnusláttur - Børn upp til 4 ár og børn 5 - 8 ár
12.15 - 12.45: Skattaveiða við Bubu
13 - 14: Tunnusláttur - Børn 9-12 ár
14.15: Bubu velur bestu grýlurnar 

Hvat:
 Barnatiltak
Hvar: SMS
Nær: Leygardagin 2. mars frá kl. 10 - 14.30    

FELAGSRENNING: MIKKELLER RUNNING CLUB 

Ert tú limur í Mikkeller Running Club Tórshavn ella kundi hugsað tær at verið tað? Leygardagin verður aftur felagsrenning, og nýggir limir kunnu sjálvandi tekna seg á staðnum.
 

Ruturnar eru tær somu, og runnið verður úr Áartúni kl. 11. Aftaná verður ein góð notin í klubbhúsinum. Komið við!

Hvat:
 Renning
Hvar: Gongin 2
Nær: Leygardagin 2. mars kl. 11     

BR LEIKUR: KOMIÐ OG SLÁIÐ TUNNU 

Leygardagin verður eisini tunnusláing uppi á Hálsi, tá BR Leikur skipar fyri hugnaløtu fyri børnum upp til 10 ár. “Fætter BR” kemur at sláa tunnu og Magni Christiansen syngur saman við børnunum.
 

Okkurt leskiligt verður til bæði børn og vaksin. 

Hvat: Tunnusláing
Hvar: BR Leikur á Hálsi
Nær: Leygardagin 2. mars kl. 13 til 16    

FROSKMANNAFELAGIÐ: TUNNUSLÁTTUR Í VÁGSBOTNI 

Kundi tú hugsað tær at verið ársins “Cat-Fish” kongur? Leygardagin 2. mars skipar Froskmannafelagið fyri tunnusláttri á sjónum, og øll eru vælkomin við oman í Vágsbotn. Aftaná tunnuslátturin verður okkurt gott at skola sjógvin niður við í Neystinum úti á Bakka.
 

Takið bæði drakt og grýluklæðir við oman í Vágsbotn og sláið tunnu saman við Froskmannafelagnum. Manglar tær eina drakt, hevur felagið góðar og heitar draktir at lána tær. Eingin umbering er fyri ikki at luttaka, komið við!     

Hvat:
 Tunnusláing
Hvar: Vágsbotnur
Nær: Leygardagin 2. mars kl. 14
 

ARGJA DARTFELAG: TUNNUSLÁTTUR 

Takið alla familjuna við tykkum ein túr út á Argir at sláa tunnu saman við Argja Dartfelag. Tað er møguleiki fyri bæði børnum og vaksnum at luttaka, tí fyriskipararnir hava syrgt fyri at heilar fýra tunnur verða at sláast um.
 

Okkurt gott verður til góman og tiltakið er ókeypis!

Hvat:
 Tunnusláing
Hvar: Gamla Argjaskúla
Nær: Leygardagin 2. mars kl. 15     

SIRKUS FØROYAR: GRÝLUVEITSLA 

Tað er eisini føstulávint í Sirkus, og leygarkvøldið er ókeypis atgongd fyri grýlum alla náttina. Tey, sum ikki eru grýluklødd, gjalda kr. 50,- frá kl. 01.

Stuttligasta grýlan vinnur eitt gávukort á kr. 500,- og ein stóran posa av bomm. Vinnarin verður funnin millum kl. 2.30 og 3.30.

Fondalicious disking verður frá midnátt við Jón da Páll, aka Antony Charles.

Hvat: Grýluveitsla
Hvar: Sirkus
Nær: Leygardagin 2. mars kl. 23   
 

MATUR: FØSTULÁVINTSBRONSJ 

Einki vikuskifti uttan ein góðan bronsj! Komið til føstulávintsbronsj á Hvonn sunnudagin 3. mars. Umframt at nógv spennandi er á stóra sjálvtøkuborðinum, verður eisini andlitsmáling til allar barnsliga sálir.
 

Bílegg borð á www.hvonn.fo
 

Hvat:
 Matur
Hvar: Hvonn
Nær: Sunnudagin 3. mars frá kl. 11.30 til 14.30        

FÓTBÓLTUR: STÓRSTEYPADYSTIR 2019  

Umframt grýlur og tónleik, so verður eisini fótbóltur á skránni í vikuskiftinum, har eitt nú grannarnir í Gundadali fara at kappast um steyp.
 

Skrá:  

14: Kvinnurnar hjá EBS/Skála og HB  
17: Mennirnir hjá HB og B36  

Peningurin sum kemur inn í sambandi við steypadystin fer til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. 

Hvat: Fótbóltur
Hvar: Gundadalur
Nær: Sunnudagin 3. mars kl. 14 og 17   

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.   

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x