Leiðvísari: Títt vikuskifti í Havn

Útgivið tann 6. mars 2019
Vikuskiftið er í nánd, og hetta komandi verður eins og øll onnur á tremur við upplivingum til alla familjuna. Livandi tónleikur og framsýningar eru runt um í býnum, kaffi- og matstovur hava dagført matarseðilin, og nýggjasta vøran er komin á hillarnar í handlunum. Les við niðanfyri og fá íblástur til títt vikuskifti í Havn.

HEIMSFRUMSÝNING: CAPTAIN MARVEL

Hvørt hóskvøld leggjast nýggir filmar afturat skránni hjá Havnar Bio, og um tú ikki nær frumsýningina, eru fleiri aðrir dagar at nýta høvi at síggja filmarnar. Tó er lítil broyting í hesa vikuna, tí longu mikukvøld er heimsfrumsýning av Captain Marvel.   

Fleiri hava helst bíðað eftir honum, men nú er hann her. Marvel Studios presenterar Captain Marvel, sum er eitt heilt serligt filmsævintýr, ið tekur okkum við aftur í 1990’ini. Kosmiskt kríggj, poppkorn og kola. Komið við, tí filmar skulu síggjast í felag!           

Hvat:
 Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Mikudagin 6. mars kl. 20     

FRAMSÝNING: BJØRG JACOBSEN Í MYNDLIST 

Myndlist er aftur farin í holt við áhugaverdu listaframsýningarstafettina í gongini í Tórsgøtu. Fyrsta listafólkið at sýna fram í ár er Bjørg Jacobsen við hennara tekningum og klippmyndum, sum avgjørt er eina vitjan verd.
 

Eisini er handilin hjá Myndlist á tremur við snøggum plakatum frá eitt nú Gurilla og Tin Tin.   

Hvat:
 Framsýning
Hvar: Myndlist
Nær: Framsýningin er opin til og við fríggjadagin 8. mars til kl. 18      

SPURNAKAPPING: ERT TÚ TIL PUB QUIZ? 

Einki er sum ein góð spurnakapping, og serliga tá møguleiki er fyri at vinna okkurt gott. Í høvuðsstaðnum liggja Pub Quiz kvøldini fast hjá fleiri av vertshúsunum.
 

Mikukvøld: Essabarr frá kl. 21
Hóskvøld: Mikkeller frá kl. 20
Fríggjakvøld: Irish Pub frá kl. 22
Leygarkvøld: Maggies frá kl. 20   

Hvat:
 Spurnakapping
Hvar: Fylgið við á www.whatson.fo  
Nær: Hvørja viku     

LIVANDI TÓNLEIKUR: SPÆL FØROYSKT Í BLÁBAR 

Allarhelst hava flest øll longu lagt til merkis at hesa vikuna verður bert føroyskur tónleikur spældur í útvarpinum.
 

Hóskvøldið verður somuleiðis spæl føroyskt kvøld í Blábar, har fleiri bólkar koma at spæla styttri konsertir. Komið við, tað verður gott!  

Hvat:
 Livandi tónleikur
Hvar: Blábar
Nær: Hósdagin 7. mars kl. 19 - atgongumerki á kr. 100 fæst við dyrnar      

KONSERT: UPPTAKT TIL FMA 

Fríggjakvøldið verður eitt brak av einari veitslu í Reinsarínum, tá skipað verður fyri stórari upptakt til FMA. Hetta kvøldið fara fýra bólkar á pall, og vit gleða okkum longu nú.
 

Teir fýra bólkarnir eru:  

Danny & The Veetos
Sissal
Lyon
Fróði Bjarnason  

Hvat:
 Konsert
Hvar: Reinsaríið
Nær: Fríggjadagin 8. mars kl. 21 - atgongumerki á kr. 150 fáast til keyps á www.torsgota.fo
 

VÆLVERA: SVIM Í GUNDADALI

Einki er sum at byrja vikuskifti í Svimjihøllini í Gundadali. Pakka tær svimjiklæðini og kom niðan í høllina og royn 72 m longu økuna, sum hevur átta ymiskar ljóð og ljós møguleikar. 

Hjúkla um teg sjálvan, far í gosbað og ikki at gloyma baðstovuna. 

Hvat: Svimjing
Hvar: Svimjihøllin í Gundadali
Nær: Hvønn dag í vikuni uttan mikudag - sí tíðirnar á www.svimjihollin.fo
 

MATUR: BRONSJ  

Hví ikki byrja leygarmorgunin við einum marglætis morgunmati, bronsj við børnunum ella bara einum góðum morgunmatar tallerki í hugnaligum umhvørvi. Hevur tú hug til nýbakaðar croissantar, bestu bleytt kókaðu eggini ella sevjumikla frukt?   

Óansæð hvat tú hevur hug til, so eru fleiri kaffi- og matstovur í høvuðsstaðnum, sum bjóða bronsj hvørt vikuskifti. Tað góða er at tær nýtist ikki at fara upp tíðliga, tí flest øll støðini hava morgunmatin á skránni til kl. 14. 

Hvat: Bronsj
Hvar: Kaffi- og matstovur í Havn
Nær: Hvørt vikuskifti millum kl. 11 og 14, tað er tó ymiskt millum støðini - fylg við á facebook síðunum hjá hvørjum einstakum  
  
TÓNLISTAVIRÐISLØNAHANDAN: FMA 2019 

Leygarkvøldið verða verður afturvendandi tiltakið FMA í Norðurlandahúsinum. Umframt at føroysku tónlistavirðislønirnar verða handaðar, framføra hesi:
 

Páll Finnur Páll, Birita Poulsen, Silvurdrongur, Marius, Ingi Poulsen, Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð, Joe & The Shitboys, Jasmin, Teitur og VSJ  

Tiltakið er útselt, og Kringvarpið sendir tíbetur beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, so eisini tú kanst fylgja við heimanífrá.  

Hvat:
 FMA 2019
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: Leygardagin 9. mars kl. 19     

LIVANDI TÓNLEIKUR: RANI OG JANUS AND THE LEGENDARY CHUCK BERRY 

Kundi tú hugsað tær eitt kvøld við Chuck Berry tónleiki? So skalt tú leita tær oman í Mikkeller leygarkvøldið, tá Rani og Janus fara at spæla hansara tónleik.     

Hvat:
 Livandi tónleikur
Hvar: Mikkeller
Nær: Leygardagin 9. mars kl. 22     

DANSUR: LAS KETCHUP Í LUUX 

Minnist tú The Ketchup Song? Um ikki, leitar tær hann fram á youtube, og lær teg dansin, tí leygarkvøldið framføra damurnar í Las Ketchup í Luux.
 

Hvat:
 Dansur
Hvar: Luux
Nær: Leygardagin 9. mars kl. 23 – atgongumerki á kr. 150 fáast til keyps á www.ebillett.fo   

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.   

Mynd: SMAKKA í Norðurlandahúsinum

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x