Grækarismessuhald í Havn

Útgivið tann 15. mars 2019
Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin 17. mars kl. 15.00

Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldið í Havn sunnudagin 17. mars, har skótarnir saman við borgarum í býnum, heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið. Frá gamlari tíð er sagt, at Tjaldri, tjóðfuglur okkara kemur á Grækarismessu.   

Tað var Sverri Patursson, sum fyrstur helt fólkafund á hesum degi í seinnu helvt á 1930 árunum; loysnarorð hansara vóru: Latið smáfugl og heiðafugl hava frið!. Tað var Sverri Patursson sum heitti á skótarnar um at halda henda dagin í 1942, tí hann meinti at skótarnir livdi eitt við náttúruna. Nú halda vit Grækarismessu við skótaskrúðgongu og fólkafundum á fleiri støðum í Føroyum og heilsa Tjaldrinum, vælkomið til land okkara aftur.   

Allir skótar, úlvar, og títtlingar í Havn, fara at ganga skrúgongu og Havnar Hornorkestur spælir. 
Skótar møta eftir fyriskipan hjá egnum liðum, men klokkan 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni.   
Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøta, Steinatún, Niels Finsensgøtu  oman á Vaglið. 
Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15. 

Í ár verður tað Elin Hentze, ið heldur grækarismessurøðuna. 

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x