Earth Hour Tórshavn

Útgivið tann 22. mars 2019
Earth Hour 2019 verður leygarkvøldið 30. mars

Yvir allan heimin verða ljós sløkt fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið. Hetta fara vit eisini at gera í Havn, har Tórshavnar kommuna skipar fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum frá kl. 20.00 til 21.30

Ljós í miðbýnum verða sløkt frá kl. 20.30 til 21.30. Tá fara vit at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaliga løtu við m.a. røðu, hugleiðingum og kórsangi. Eisini verður heitt kakao at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x