Ævintýrheimur
Fáar metrar frá býarpulsinum finnist friðsælan.
Møguleikin at eygleiða tilveruna.
At síggja stjørnur úr ævintýrheimi.
Tolin trívist
Undir hválvinum, í silvitni, liggja bátanir.
Bíða eftir bylgjandi víddunum.
- Tolin trívist.
Stillar løtur
Frá tíma til tíma broytist landslagið við skiftandi veðrinum.
Ásjónin broytist, løtan er friðarlig.
Mørkini spreingjast
Marglitti býurin veksur niðan móti fjøllunum.
Oman móti havinum.
Spreingir gomlu mørkini, spennir seg út.
Grønt í grønum
Tey vagga og danda í vindinum.
Leita móti himlinum í stillinum.
Standa stinn.
Liva við nátturinnar leikandi lyndi.
Trygga havnin
Í fleiri hundrað ár hava fiskur, vørur og tíðindi úr útheimi funnið leiðina inn á land
- og leiðin heldur á fram.
Lagnur millum veggja
Nýtt og gamalt vevist saman.
Í heimsins minsta stórbýi hoyrast søgur og lagnur millum veggja.
Friðarligt og stilt
Oyggin fyri eystan eigur tornið við heimsins enda, neyst í alskins litum, fugl og friðsælu
- Tað var her, prinsessan búði.
Gaman og álvara
Ísur undir fótum.
Hendur, stuðla barninum og honum, sum ikki er stúttur.
Felagskapur og samanhald. Gaman og álvara.
Høvuðsstaðurin rúmar øllum.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x