Tórshavn Camping
Yviri við Strond 22
100-Tórshavn

Bílegging á 30 24 25 ella torsinfo@torshavn.fo.

Opið er 1. mai – ultimo sept.
Í mai og september er bert opið eftir tørvi. Ring ella skriva til VisitTórshavn fyri nærri kunning.

Hentleikar: ves, brúsur, tráðleyst internet, vaskimaskina, turkitrumla, køkur og streymur.

Prísir 1. mai – ultimo sept.
- Vaksin kr. 95,00 pr. nátt
- Børn (7 til og við 14 ár) kr. 60,00 pr. nátt
- Streymur kr. 50,00 pr. nátt
- Vaskimaskina kr. 30,00 pr. vask
- Turkitrumla kr. 30,00 pr. turking
- Brúsur kr. 10. fyri 4. minuttir 
- Tómir vognar kr.95,00 pr.nátt (ikki galdandi á Ólavsøku, 28. og 29. juli)

Tilboð til gestir ið koma Norrönu fríggjamorgun (treitin fyri at fáa hettar tilboðið er at Check-út er í seinastalagið kl. 12.00 fríggjamorgun):
150 kr. fyri vognin írokna el, prísur uttan el er 100 kr.   

Á Ólavsøku, 28. og 29. juli, er kostnaðurin kr. 190,00 pr. nátt fyri vaksin, kr. 120,00 pr. nátt fyri børn og streymurin kr. 50,00.

Streymur er til 20 húsvognar, pláss er fyri eini 10 húsvognum afturat uttan streym. Pláss er eisini fyri 30-40 tjøldum.

Kontórið á kampinplássinum er opið:
mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag frá 08.00 - 12.00 og 19.00 - 20.00
fríggjamorgun 03.00-05.00*   
mikudag frá 08.00 - 12.00 og 17.00 - 19.00*  
leygardag 10.00 - 12.00 og 19.00 - 20.00. 
sunnudag 10.00 - 12.00 og 22.00 - 24.00*. 
*Mikudag, fríggjamorgun og sunnukvøld í samband við komu hjá Norrønu. Hesar tíðir kunnu broytast eitt sindur.

GG. Í Føroyum er einans loyvt at kampera/tjalda á kampingplássum.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x