THING-verkætlanin er ein trý ára tvørtjóðalig verkætlan, sum er fíggjað av Northern Periphery Program hjá ES við samstarvsfeløgum í Noregi, Íslandi, Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, skotska hálandinum og Man. Northern Periphery Program miðar eftir at stuðla útjaðaraøkjum og fjarskotnum samfeløgum í norðastu pørtum í Europa at menna sínar búskaparligu, samfelagsligu og umhvørvisligu møguleikar. Verkætlanin hevur fingið í lag eitt netverk, sum skal granska og fremja felags bond millum norðureuropeiskar tingstaðir og leggja lunnar undir burðardyggar handils- og ferðavinnumøguleikar í einstøku økjunum, sum eru í samstarvinum.
Lesið meiri um verkætlanina og tað sum er komið burtur úr niðanfyri:

Høvuðssíðan um verkætlanina
Tilfar um Tinganes
Finnið fjaldar skattir runt á ymsu fornu tingstøðunum
Keyp appina frá Locatify til ein gongutúr í Tinganesi

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x