Høvuðsstaðurin bjóðar tær alt, sum hugur og hjarta ynskja. Eitt yðjandi lív av fólki og mentan, spennandi handlar við føroyskum sniði í heimsflokki, livandi kaféir og spennandi standmyndir, sum venda øllum á høvdið.

Her er søga og nútíð, smá gomul træhús og nýggir stásiligir glasbygningar, asfalt og betong, traðir og vakrir urtagarðar. Túrar í haga, við báti í fjørðinum, spæl í ánni og svimjing á sjónum, tónleikur og sjónleikur – her eru eingi mørk. Og tá tú ikki orkar meira, hevur tú bestu matstovur og gistingarmøguleikar beint við. Í býnum hjá Williami og Tariru – í býnum hjá okkum øllum.
Hvør kann ynskja sær meira?

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x