Gjaldsháttur
Tá innivist verður bókað, skal upphæddin verða goldin beinaveg, um ikki annað er tilskilað á vørurokningini. Tá bílagt verður 1 mánaða ella styttri áðrenn útleigudagin er bíleggingin bindandi. 
  
Konto okkara er í Betri Banka 9181-122.126.6
Tá upphæddin kemur uttanlands frá er ofta neyðugt at nýta IBAN og BIC/SWIFT.
IBAN: FO57 9181 0001 2212 66
BIC/SWIFT: EIKBFOTF 
  
Fulli bústaðurin verður upplýstur, tá vit hava móttikið inngjaldið. 
  
Avlýsingarháttur 
Til ber at avlýsa eitt leigumál áðrenn útleigudagin, og leigupeningurin verður afturgoldin soleiðis: 

1. Í minsta lagi 40 dagar áðrenn útleigudagin: - 25 % av leiguni, tó í minsta lagi 500 kr. 
2. Í minsta lagi 30 dagar áðrenn útleigudagin: - 50 % av leiguni, tó í minsta lagi 500 kr. 
3. Minni enn 30 dagar áðrenn útleigudagin: onki verður afturgoldið 
 

Broytingar 
Fyri broytingar inntil 4 vikur áðrenn útleigudagin taka vit 500 kr. í ómaksgjaldi.

Fyrisitingargjald
Um flytingin er aðrastaðni frá enn úr Føroyum, so verða álagdar 150 kr. í fyrisitingargjaldi. Hetta tí tað kostar at móttaka pening uttanlands frá.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x