Ein partur av Felagnum Tórshavn

Ofta verður hugsa um gongutúrarbólkin tá Felagið Tórshavn verður nevnt. Felagið Tórshavn er tó ikki bert eitt gongufelag. Felagið Tórshavn er eitt felag fyri vanligar borgarar og fyri handlar í býnum, og endamálið er at skapa upplýsing um býin og virksemið í býnum. Í 2014 vóru 590 limir í Felagnum Tórshavn - 480 húski, 17 feløg og 93 fyritøkur, og er tað limagjaldið frá hesum og annar stuðul, ið fíggjar Kunningarstovuni í Havn.

Í 1993 byrjaði Felagið Tórshavn at skipa fyri gongutúrum ætlað limunum. Gongutúrarnir eru altso eitt tilboð til allar limirnar í Felagnum Tórshavn. Áhugin fyri gongutúrunum hevur vunnið nógv uppá seg seinastu árini.

Í 2014 hevði gongutúrabólkurin meira enn 40 tiltøk. Hetta vóru bæði smærri gongutúrar í og uttan um Havnina, og størri túrar runt um í landinum.

Hvørt ár í oktober/november hittast vit til ein kaffifund, har vit meta um farna árið og síggja fotomyndir hjá hvørjum øðrum frá teimum ymsu túrunum.

Limirnir koma tá við egnum uppskotum um komandi túrar, og verður skráin síðani løgd eftir hesum ynskjum.

Túrarnir inni í Havnini hava ofta okkurt søguligt innihald, har beinasom heimildarfólk greiða okkum frá gomlum staðarnøvnum ella søgum, ið hoyra teimum ymsu støðunum til - og tað kennist altíð nýtt og spennandi at ganga í Havnargøtum, aftaná slíkar túrar.

Av og á vitja vit stovnar, kirkjur ella virki - vit hava t.d. fingið rundvísing á Tryggingarfelagið Føroyar og árið endaði við vitjan í Mariukirkjuni.

Spurningar um Felagið Tórshavn og Gongutúrabólkin:

Hvussu fæst at vita, at ein túrur er avlýstur?
At kalla eingir túrar verða avlýstir. Viðrar ikki at fara har vit ætlaðu okkum, ganga vit onkran annan veg.

Er tað neyðugt við tilmelding, og hvat kostar hvør túrurin?
Jú, tilmelding er neyðug, tá vit skulu leiga buss o.t. Felagið tekur sær ongan kostnað fyri túrarnar - hetta er ein ókeypis tænasta til limirnar - og tað er einans evt. flutningur við bussi ella fergu, sum skal rindast.

Eru túrarnir fyri øll?
Ja! Fyri stór og smá, gomul og ung. Ert tú í iva, um tú orkar ein ávísan gongutúr, ber til at spyrja á Kunningastovuni um torleikastigið og longd á túrinum. Fyri tey, ið ikki kunnu fara til fjals, eru áhugaverdir túrar í og uttan um Havnina.

Tá farið verður í hagan, eiga øll at minnast til:
- at vera í góðum gonguskóm, gummistyvlum ella - skóm
- at hava regnklæðir, troyggju, húgvu og vøttir við
- at hava kaffi/te við og okkurt søtt uppi á sær
- at hava fototól - og Føroyakort og fulgabók við, tað ger ofta túrin áhugaverdari

Vit royna altíð at sýna góðan atburð í haganum, við ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi, og ongantíð at lata rusk liggja eftir okkum, men heldur taka upp órudd, sum vit koma fram á.

Felagið Tórshavn fer ongan túr, uttan fyrst at hava spurt eigaran um loyvi at ganga gjøgnum hansara haga, og vit takka við hesum fyri ta stóru vælvild, ið altíð verður víst okkum í hesum sambandi.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x