Havnin hevur síðani landnámstíðina verið miðdepilin, har føroyingar hittast til gaman og álvara. Hóast tað mangan var fátæksligt tá, tí jørðin var kørg, eingin fuglabjørg vóru at troyta, og eingin rekaviður var at finna, so var Havnin vælegnað sum miðdepil og her hittust føroyingar at avgera trætur, til rættargongd og til tingsetur.

Árligu tingseturnar og einahandilin gjørdu Havnina til fast handilspláss, og donsku embætismenninir sum seinni komu, búsettust í Havn og virksemi øktist so líðandi. Fátækrafólk av bygd fluttu til Havnar, tí her var møguligt at fáa ymist arbeiði.

Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kom fram. Fólk fóru at salta sild og turka klippfisk. Um somu tíð vórðu traðir stykkjaðar út og latnar Havnafólki til traðarbrúk.

Einahandilin varð avtikin í 1856, og við fríhandlinum kom rættiliga gongd á. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keyptu sluppina Fox. Men orsaka av teimum vánaligu havnaviðurskiftunum í Tórshavn, mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnaviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki.

Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909 og býurin var í støðugari menning. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunu-samanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð.

Í 1801 var íbúgvaratalið í Havn 554. Í 1950 vóru tíggju ferðir so nógv fólk - 5607. Í 2012 var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 19.807. Í vavi er Havnin eisini vaksin nógv. Av fyrstan tíð var tað í Tinganesi og úti á Reyni at fólk búðu, umframt fram við báðar vágirnar. Seinni vaks hon niðan til Vaglið og hevur so líðandi breitt seg út sum ein vifta úteftir. Í dag búgva tey flestu væl uttanfyri gomlu bøgarðarnar.

Havnin er í dag ein nútímans, virkin býur við handli, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi. Ein livandi og hugnaligur býur.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x