Other sites - Faroese

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skráin fyri Mentanarnáttina

Fríggjakvøldið 3. juni verður Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni. Í sambandi við nýgerð í Vágsbotni, verða fleiri tiltøk á økinum, sum hevur fingið heitið ”Summarskái í Vágsbotni”.

Setanin er tí eisini flutt oman í Vágsbotn, og í ár er tað arkitekturin og listamaðurin Bárður Dal Christiansen, sum setir Mentanarnáttina kl. 18. Síðani koma Dania og Benjamin at syngja og spæla nøkur løg, áðrenn DJ Sylvain Codron tekur yvir.

Nógv áhugavert er á skrá, og tiltøk eru spjadd um allan býin – heilt frá Tjóðsavninum í Hoyvík til Føroya sjósavn á Argjum. Tiltøkini byrja longu kl. 8 fríggjamorgunin, tá Mariukirkjan letur upp og enda leygarnáttina, tá matstovur og skeinkistøð lata aftur í Miðbýnum.

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, og livandi tónleikur sermerkir Mentanarnáttina bæði innandura og uttandura. Og sum vant hava handlarnir í Miðbýnum opið til kl. 23.00, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.

So verið vælkomin á Mentanarnátt, tá Havnin vísir seg frá síni bestu síðu! Skráin verður tøk á sona appini og fb/mentanarnáttin.

Skráin fyri Mentanarnáttina sæst at lesa niðanfyri.

Skráin fyri Mentanarnáttina 2022 (FO)

Skráin fyri Mentanarnáttina 2022 (EN)