Other sites - Faroese

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Stjóri til Visit Tórshavn

Visit Tórshavn virkar fyri at menna, savna og breiða út upplýsingar um høvuðsstaðin og virksemi í býnum. Visit Tórshavn arbeiðir eisini fyri at vekja áhuga fyri býnum og bygdunum í Tórshavnar kommunu. Hartil stuðlar Visit Tórshavn handli, íðnaði og mentan. Soleiðis ger Visit Tórshavn, at býurin verður áhugaverdur og spennandi fyri bæði borgarar og gestir.

Starvið
Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum er at leiða Visit Tórshavn og at tryggja, at Visit Tórshavn framhaldandi tænir borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Starvið sum stjóri er fulla tíð og verður lønt sambært avtalu. Visit Tórshavn húsast í Steinatúni, har seks dugnalig starvsfólk eru. Viðhvørt verður arbeitt longur enn ásettu tíð.

Førleikakrøv
Stjórin m/k er arbeiðssamur og lagaligur og kennir bæði ferðavinnu og handilsvinnu. Eisini krevst innlit í fíggjarstýring og fíggjarætlanir. Leiðsluroyndir og góð evnir at samskipa og leiða verkætlanir eru fyrimunir. At duga væl at samskifta og málbera seg á føroyskum, enskum og donskum er krav. Somuleiðis má stjórin duga at røkja sambond og samstarva við myndugleikar, vinnu og onnur. Umsøkjarar mugu hava útbúgving í ferðavinnu, sølu, tænastu, samskifti ella líknandi.

Freist
Umsóknarfreistin er hósdagin 1. oktobur 2020. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknir skulu sendast til vtstarv@torshavn.fo. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinnu, tel. 235900.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.