Summarskái í Tinghúsgarðinum
Komið við, tá vit fríggjadagin 24. juli fara at njóta ein seinnapart í Tinghúsgarðinum afturvið góðum mati, lekkrum tónleiki og forvitnisligum marknaði.
Tónleikur
Tað verður eingin annar enn Knút, sum kemur at diska fyri okkum, tá summarskáin verður í Tinghúsgarðinum.
Ókeypis kombucha og súrdeiggj
Vit fara at býta út kombucha-scobys og súrdeiggj í Tinghúsgarðinum. Uppskriftirnar til kombucha og súrdeiggj verða eisini á staðnum.
Gøtumatur og ísur
Kundi tú hugsað tær ein hotdog við øllum ella bara ein stóran ís við churros? So er tað í Tinghúsgarðin tú skal leita tær. Her fært tú næstan alt.
PANCHO POP UP – Heimagjørdir gourmet hotdogs
FISK & KIPS – Dygdarrávørur úr gula matbilinum
ÍS – Vælsmakkandi føroyski ísurin, sum verður framleiddur á Vestaru Bryggju
BRELL – Nýbrent fyrstaflokks kaffi av Vaglinum
ØL – Trý ymisk sløg av øli
Umframt alt hetta verður eisini klædnamarknaður í Tinghúsgarðinum.
Vit síggjast fríggjadagin 24. juli frá kl. 15 til 18!