Aðalfundur hjá Felagnum Tórshavn verður í Posthúskjallarinum mikukvøldið 22. mars kl 19 !

 

Aðalfundurin hjá Felagnum Tórshavn skal vera áðrenn 1. juni og skal vera fráboðaður í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Dato verður lýst her og í miðlunum. Skráin fyri fundin er vanliga:

Skrá:

a. Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.

b. Framløga av grannskoðaðum rokniskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.

c. Fíggjarætlan fyri komandi ár.

d. Val av nevndarlimum.

e. Val av grannskoðara.

f. Ásetan av limagjaldi.

g. Uppskot frá nevnd ella limum, um nakað er.

h. Ymiskt.

Nýggir limir kunnu tekna seg á aðalfundinum og á Kunningarstovuni.
Møtið fjølment og fáið onnur við, tað eru limirnir, ið gera felagið til eitt gott og virkið felag.