Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Fagnaðardagur fyri Ove Joensen

Fagnaðardagur fyri Ove Joensen – Ovasavnið letur upp!

Tann 19. apríl verður ein stórur fagnaðardagur í Nólsoy, har vit heiðra minnini um Ova Joensen – hetjuna, sum í 1986 einsamallur róði úr Nólsoy til Danmarkar í bátinum Diana Victoria. Hetta er ein serstakur dagur, tí tað er eisini dagurin, har Ovasavnið letur upp! Har ber til at læra søguna um Ova at kenna og at síggja Dianu Victoriu.

Dagurin verður fyltur við spennandi tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum. Skráin er hendan:

Í sambandi við dagin siglir Westward Ho frá Høgu kai í Havn til Nólsoyar kl. 11 og aftur til Havnar kl. 19. Ferðaseðlarnir kosta 100 kr hvønn veg, og allur peningurin fer óskerdur til Ovasavnið. Billegg ferðaseðil her: visittorshavn.fo.

Eisini er møguleiki at fara við Teistanum. Ferðaætlanin kann síggjast her.

Visit Nólsoy flytir inn í Ovasavnið

Ein spennandi broyting í ár er, at Visit Nólsoy nú heldur til í Ovasavninum. Hetta merkir, at kunningardiskurin hjá Visit Nólsoy verður á Ovasavninum og at vit kunnu bjóða ferðafólki eina enn betri uppliving.

Hetta fer sjálvandi eisini at halda savnið livandi sum eitt stað, har vit varpa ljós á søguna hjá Ova Joensen og Nólsoyar mentan.

Kom við til ein dag við upplivingum, góðum mati, tónleiki og góðum felagsskapi!

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Nólsoy tann 19. apríl.