Skráin fyri Olympiskari vektlyfting er:
– Innviging: kl 08:00-09:00
– Menninir kappast: kl 10:00-11:30
– Kvinnurnar kappast: kl 11:45-13:30
Skráin fyri styrkilyfting er:
– Innviging kl 11:00-12:00
– Kappingin byrjar kl 14:00
OBS: Tíðarætlanin kann broytast fram til 14. apríl.
Vinnararnir verða funnir á hendan hátt:
í Olympiskari vektlyfting verða vinnarinir kosnir við at nýta Sinclair-stigan, ið tekur hædd fyri kropsvekt. Nr 1,2 og 3 av hvørjum kyni, vinna heiðursmerkir.
Og fyri fyrstu ferð fara vit eisini at finna besta U20 (fødd/ur í 2005 ella seinni) íðkaran. Tá brúka vit Q-Points Youth-stigan. Tað er ein frymil, ið tekur hædd fyri kropsvekt og aldri. Hesin stigin verður vanliga brúkturtil NM fyri ung.
Í Styrkilyfting verður kappast eftir IPF-GL-stiganum. Nummar 1,2 og 3 av hvørjum kyni í opna bólkinum vinna heiðursmerkir.