Forkunnugt verður tað, tí Terji og hansara manning fara at spæla løg frá hansara longu virkisleið úr farnu øld og løg, ið eru úkomin í 20’unum. Tað er ikki ofta vit hava hoyrt Terja við orkestri spæla undir egnum navni. Tí kunnu vit vænta okkum eina breiða viftu av sangum umboðandi eitt heilt ættarlið.
Flestu okkara munnu kenna Reynafrensin í Føstufressa-høpi, saman við Frændum, Moirae og eisini saman við Eyðun Nolsøe og Kim Hansen.
Terji hevur seinnu mongu árini verið maðurin aftan fyri konsertstaðið Maggies í Nólsoy. Samstundis hevur hann havt eitt studio, har fleiri útgávur eru gjørdar; teirra millum hansara egnu sangir. Í 2020’unum hevur Terji útgivið løgini “So sigst”, “Bla bla bla”, “Marianna” og “Minnini mynna meg”, sum øll hava verið nógv spæld í útvarpi og á sosialum miðlum.
Terji er somuleiðis aktuellur við nýggjum lagi, ið kallast “Ophelia”
Júst somu tónleikarar, sum hava spælt við á hesum seinastu sangunum hjá Terja verða eisini við honum á konsertferðini. Og her er talan um nakrar av okkara royndastu og fremstu tónleikarum. Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður Josva Debes við á trummum, Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, Kim Hansen á klaverinum, og Fríði Bjørgvin – sonur Terja – á elektriska guitarinum. Ljóðinum stendur Jónas Bloch Danielsen fyri.
Omaná nýggju sangirnar frá hesum ártígginum, lovar Terji at framføra sangir heilt frá byrjanini av 80’unum fram til dagin í dag.