Leygardagin 19. apríl kl. 14:00 kemur FRUM at framføra eina ókeypis konsert í Tutl!
Føroyska listakvinnan FRUM, eisini kend sum Jenný Kragesteen, hevur longu í ár givið út trý stakløg. Fleiri útgávur eru ávegis í 2025, har hon heldur fram við at menna sítt serstaka tónlistarliga rúm.
Seinastu fýra árini hevur FRUM búð og arbeitt í Íslandi (Akureyri) og Noregi (Bergen), har hon hevur skrivað og framleitt nýggjan tónleik. Hesin skapandi prosessurin hevur verið við til at mynda hennara ljóð, sum blandar eksperimenterandi ljóðmyndir við sterkum visuellum úttrykki.
FRUM byrjaði tónleikaferðina í 2016, og longu í 2017, heilt í byrjanini av verkætlanini, fór hon á tónleikaferð í Kina, har hon fekk høvi at framføra fyri eitt nýtt og fjart fráskotið áhoyraraskara. Síðani tá hevur hon m.a. framført á Reeperbahn Festival, hitað upp fyri Morcheeba, og hennara tónleikur hevur verið at hoyrt í Netflix-framleiðslum og H&M-handlum kring heimin.
Við nýggju útgávunum í 2025 heldur FRUM fram við at bróta mørk og kanna nýggjar tónleikaligar leiðir. Whirlpool-verkætlanin er eitt nýtt kapittul í hennara listarligu menning, har tónleikur, visuell list og frásagnir verða vovnar saman í eitt heildarverk.
Hendan konsertin er stuðla av Økistónum.