
VØGGAN – ein fysiskur handil & ein nethandil
Vøggan bleiv sett á stovn í novembur mánaða í 2000. Tað vóru Rógvi og Annie Nielsen úr Oyndarfirði, ið stovnaðu felagið og lótu handilin upp í Runavík í novembur 2000. Í 2004 fluttu tey handilin til Havnar í eitt lítið høli mitt í býnum, síðan bleiv handilin fluttur niðan á Heykavegin á Hálsi, har sum Thomas Dam á Hálsi heldur til í dag, tó í einum brøkparti av hølinum, sum tað sær út í dag.
Í septembur í 2007 keypti Tóra Johansen felagið, og hevur síðan tá átt og rikið fyritøkuna Sp/f Vøggan. Eftir at handilin hevði verið uppi á Hálsi í nøkur ár, flutti Vøggan oman aftur í býin 29. novembur 2014, hesaferð í Niels Finsensgøtu 18. í mars 2019 bleiv víðkað um handilin við einari hædd afturat, og í 2020 flutti handilin niðan aftur á Heykavegin, og tað er har Vøggan heldur til enn í dag.
Í septembur 2021 lat Vøggan ein nýggjan handil upp á Biskupstorginum í Klaksvík, saman við øðrum handlum og kafé Fríðu. Málið at koma tættari at kundunum í Norðoyggjum var ein dreymur, men tíverri bar tað seg ikki at hava handilin í Klaksvík, og tískil lat hann aftur eftir 1 ár.
Leingi varð arbeitt við nethandlinum, og tað verður enn arbeitt við honum. Nógvar eru dagføringarnar, sum skulu fylgjast upp uppá. Tó gjørdist nethandilin klárur í tøkum tíma, tá korona byrjaði at herja á í Føroyum í 2020, og tað ikki bar til at fáa kundar á gátt í fysiska handlinum.
Heykavegur 4
100 Tórshavn
+298 319088
info@voggan.fo
Upplatingartíðir
Mánadagur – Hósdagur 10:00 – 17:30
Fríggjadagur 10:00 – 18:00
Leygardagur 10:00 – 16:00
Líknandi støð

Kids Leikur á Hálsi
Leikuhandilin á Hálsi

Kids Leikur í SMS
Dygdarleikur til børn í øllum aldursbólkum. Góð og vinarlig tænast...

Alvaró
Barnaútgerð, barnaklæðir (0-16 ár) og leikur til smábarnið

Grasagarður
Eitt fullkomiliga umvælt spælipláss, staðsett í miðbýnum í Havn. E...

Name It
Klæðir til børn Name It er ein handil, sum selur klæði til børn up...

SMS
Um SMS SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst ...

Margarinfabrikkin
Margarinfabrikkin Margarinfabrikkin er eitt barna og ungdómshús fy...