
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum í Føroyum og, har hetta ikki er møguligt, tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.
Kjarnuuppgávurnar hjá Landssjúkrahúsinum eru at kanna, viðgera, røkta og endurvenja. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt samdøgrið.
Aðalmálið hjá Landsjúkrahúsinum, saman við Sjúkrahúsverkinum, er at veita eina dygdargóða heilsutænastu, ið fevnir frá gitnaði til seinastu fráferð, borin av vitan og tænastusinni. Vitan fevnir um fakliga vitan, førleikar og menning, tøkni í breiðastu merking og mentan, sum er opin og fevnandi. Tænastusinni er ein uppliving av at vera í miðdeplinum, uppliving av góðari tænastu og uppliving av nærlagni.”
J.C. Svabos gøta 41-49
100 Tórshavn
+298 304500
ls@ls.fo
Bráðhjálp – 112
Læknavaktin – 1870
Vitjanartíðir
Vitjanartíðir á seingjardeildum eru allar dagar kl. 15.00-16.00 og kl. 19.00-20.00.
Frávik kann verða gjørt í serligum føri og eigur at verða avtalað við starvsfólkið.
Blómur
Avskornar og turkaðar blómur kunnu vera á deildini, tó ikki plantur við mold.