
Skúlin í Nólsoy varð bygdur í 1970. Seinastu árini er bygt uppí, bjálvað og ventilatiónsskipan er sett upp.
Her eru – afturat lærarastovu og skrivstovu – 2 vanligar skúlastovur og ein serstova, ið eisini verður nýtt til forskúla, smíðstova, køkur, tónleikarúm og bókasavn. Fimleikahøll er eisini og skúlagarðurin er í stødd til hondbóltsvøll.
Viðurskiftini eru góð við atliti at rørslutarnaðum. Hurðarnar omanfyri eru el-stýrdar og á wc’inum til rørslutarnað er eisini brúsa. Fer ein koyristólur inn omanfyri, er eingin gátt, ið forðar brúkara at sleppa til ymsu rúmini í skúlanum. Tíanverri er atkomumøguleikin til smíðstovuna tó ikki gjørd við atliti at koyristóli.
Skúlaárið 2019/2020 gingu 13 næmingar í Nólsoyar skúla í forskúla til 7. árgangi. Árgangirnar eru býttir í 3 bólkar, forskúli, yngri bólkur (1.-3. fl.) og eldri bólkur (4. – 7. fl.).
Lærararnir eru 3 í talið.
Í Geilini 46
270 Nólsoy
Tel. +298 25 85 82 / +298 30 24 65
nolsoy@skulin.fo
Fyrstilærari: Bára Traustadóttir
Líknandi støð

Nólsoyar sløkkilið
Nólsoyar sløkkilið er ein av teimum 6 støðunum í Tórshavnar sløkki...

Nólsoyar Bjargingarfelag (NBF)
Nólsoyar Bjargingarfelag (NBF) er stovnað 18. okt. 1987. NBF er pa...

Nólsoyar kirkja
Andreas Djurhuus táverandi Føroya próstur, vígdi Nólsoyar kirkju, ...

Tilhaldið í Nólsoy
Ert tú pensjonistur, og hevur tú hug til at møtast við øðrum pensj...

Barna- og ungdómshúsið Látrið
Látrið er ein nýmótans arkitektteknaður dagstovnur í Nólsoy, sum l...

Vevstovan í Nólsoy
Kom til Nólsoyar og spinn tín egna tráð á lítlastrá í Vevstovuni í...

Uppi í Skipi
Á veg niðan á oynna liggur “Uppi í skipi”. Her plagdu nólsoyingar ...

Húsini uppi á Eiðið
Á Eiðinum eru fleiri úthús. Húsini eru úr malargróti, og stava frá...