Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Other

/

Tilhaldið í Nólsoy

Ert tú pensjonistur, og hevur tú hug til at møtast við øðrum pensjónistum til alskyns virksemi og tiltøk, er tilhaldið í Nólsoy júst fyri teg.

Tilhaldið í Nólsoy er eitt av trimum tilhaldum í Tórshavnar kommunu. Tilhaldið læt upp í 2008 og húsast í Geil 33 á Nólsoynni.

Endamálið hjá tilhaldinum er at geva pensjonistum í kommununi møguleika at møtast til fjøltáttað virksemi fyri bæði likam og sál, økja um lívsgóðskuna við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum og at skipa fyri trivnaðarligum tiltøkum í hugnaligum umhvørvi.

Í tilhaldinum ber til at hittast til felagssang, kortspøl, hugnaløtur, felags gongutúrar, bindiklubba, lesibólkar, fyrilestrar, hugna og prát og mangt annað. Gjøgnum árið skipa vit eisini fyri ymiskari undirvísing og skipa eisini fyri fimleiki fleiri ferðir um vikuna.

Í tilhaldinum er einki krav um limaskap. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.

Í Geilini 33
270 Nólsoy
Tlf.: +298 79 31 36

Deildarleiðari: Malan Samuelsen, malans@torshavn.fo

 

Upplatingartíðir:

Týsdag kl. 10.30 – 18

Hósdag kl. 13 – 18