Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Other

/

Nólsoyar Bjargingarfelag (NBF)

Nólsoyar Bjargingarfelag (NBF) er stovnað 18. okt. 1987.

NBF er partur í landsfelagnum (LFB). Felagið húsast í kommunalum hølum og hevur bæði bjargingarbil og Rescue-Brá.

Alt arbeiðið er sjálvboðið og fevnir m.a. um at leita eftir fólki á sjógvi og landi, flyta sjúklingar á børu og at veita fyrstu hjálpina.

Í 2020 fingu FirstRespondarar handað prógv og skulu hesi dagførast á hvørjum ári, sum partur í at styrkja fakligheitina í sjálvbodnu tilbúgvingini.

Havnar Bjargingarfelag, Kollafjarðar Bjargingarfelag og Nólsoyar Bjargingarfelag eru í tøttum samstarvi, ið eisini fevnir um “Thor”-venjingarnar á øðrum hvørjum ári.

Øll neyðboð skulu fráboðast á telefon “112” og er tørvur á NBF, verður samstarvað við Sjúkraflutningstænastuni, Rescue-Tanum, sløkkiliðnum og/ella løgregluni.

Nólsoyar Bjargingarfelag, 270 Nólsoy

nbf@lfb.fo

Phone: +298 217001

Facebook