Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Other

/

Nólsoyar sløkkilið

Nólsoyar sløkkilið er ein av teimum 6 støðunum í Tórshavnar sløkkiliði. Støðin í Nólsoy er mannað við 12 fólkum.

 

Tórshavnar sløkkilið veitir hjálp í samband við eld, ferðsluóhapp, oljudálking, húsaskaðar og druknivanlukkur.

Kemur tú fram á eldsbruna ella aðrar bráðfeingis støður, skalt tú ringja á telefon 112. Tá tú ringir, skalt tú upplýsa, hvør tú ert, hvaðani tú ringir, hvar eldurin ella vanlukkan er og hvørjari hjálp, tørvur er á.

Sløkkiliðið skipar eisini fyri frálæru í eldsløkking og eldfyribyrging. Skúlar og aðrir bólkar kunnu spyrja seg fyri á støðini.

 

Akfarsflutningur

Sløkkiliðið flytir akfør bæði í samband við ferðsluóhapp og vanligan flutning.

Annar sløkkiliðsbilurin kann flyta persónbilar og smáar lastvognar upp til tvey tons. Hin kann flyta størri akfør upp til tíggju tons. Eisini er hann útgjørdur við einum 18-tons krana.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar um prísir og sløg av uppgávum, kanst tú ringja til sløkkiliðið á telefon 30 21 00.