Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Uppliva Nólsoy

Uppliva Nólsoy

Nólsoy – náttúra, søga og mentan í einum.

Nólsoy er kend fyri sítt serstaka fuglalív. Á oynni búgva túsundatals drunnhvítar – ein av størstu drunnhvítabølum í heiminum – og her sæst eisini eyðkendi lundin, sum ger oynna til eitt paradís til fuglaáhugað.

Søgan hjá Nólsoyar ævintýraranum Ove Joensen, náttúrurannsóknirnar hjá Jens-Kjeld Jensen og siðbundna hondverkið á Heimavirkið og Vevstovuni gera vitjanina til nakað heilt serligt.

Far ein túr í vøkru náttúruni, uppliva fuglalívið ella njót friðin í bygdini – á Nólsoy fært tú eina minniliga uppliving.

Trillibørur

Í nógvum býum kann mann lána eina súkklu, men í Nólsoy kanst tú lána eina trillibøru.

Trillibørur dálka ikki, tær larma ikki – og so eru tær bara hugnaligari.

Fýra trillibørur eru úti á Klivum og tríggjar búgva beint við matvørubúðina.

Vitjandi eru vælkomin at lána eina trillubøru at koyra sær viðføri uppá pláss.

Trillibørurnar eru vakrar og litríkar og eru tí ikki ætlaðar at koyra sand og annað tílíkt.

Vit ganga út frá at fólk seta tær uppá pláss aftur eftir brúk.

Dyppa í Nólsoy

Ætlar tú at dyppa í Nólsoy

Í Nólsoy er alsamt meira vanligt, at fólk leita sær oman á strondina at dyppa, og tað eru eisini bólkar og einstaklingar, sum sigla um fjørðin fyri at svimja í sjónum.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo ber til at leita sær kunning um vatngóðskuna á teimum støðum í kommununi, har fólk svimja og dyppa. Eisini kanst tú fáa góð ráð um, hvussu tú sjálvur kanst kanna um vatngóðskan er ílagi.

Tað eru almenn vesi á keiini og miðskeiðis í bygdini, har tað ber til at skifta.

Ert tú enn forvitin? Vit hava meir!