Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Matur & býli

Matur & býli í Nólsoy

Nólsoyar bygd hevur eina ørgrynnu av matupplivingum aftaná ein upplivingarríkan dag og um ein vil leingja sítt Nólsoyar ævintýr, er upplagt at kannað hvørjar gistingar møguleikar Nólsoy hevur at bjóða.

Summarhús í Nólsoy

Frítíðarhús í Nólsoy

Hesi húsini eru til leigu sum frítíðarhús i nakrar dagar í senn.

  • Sovipláss: 3 kømur eru á loftinum+2 eyka madrassir.
  • Stova: sovisofa
  • Pláss: Pláss er fyri 10 fólkum at sova og ferðasong.
  • Hentleikar: Allir hentileikar eru i húsinum.

Prísir:

  • Prísur pr. nátt: 900 kr
  • Leiga av seingjarklæðum og handkløðum: DKK 100 per sett
  • Reingerð: 500 kr

Fyrispurningar og bíleggingar kunnu sendast til Valborg Gullklett Arge á teldupost vgulklett@hotmail.com ella tlf +298 517810

Rúmlig hús í Nólsoy til smærri bólkar í Pálsgøtu 10

Her eru 3 kømur við 8 soviplássum + 1 sovisofa til tvey og 1 weekendsong.

  • Prísur pr. nátt: 1200 kr fyri 8 sovipláss
  • Eyka gestir: 100 kr pr. gest pr. nátt
  • Reingerð: 500 kr
  • Leiga av seingjarklæðum: 100 kr pr sett

Fyrispurningar og bíleggingar kunnu sendast til Ingun Jacobsen á teldupost ingunjacobsen@gmail.com ella á tlf +298 222327.

Hús í Nólsoy til stutttíðarleigu í Pálsgøtu 8.

Í húsinum eru stova/køkur í einum, wc v/brúsu, 4 kømur til ca. 10 pers. Húsini eru í góðun standi.

  • Prísur: 900 kr pr.nátt írokna 6 pers.
  • Eyka gestir: 100 kr pr. gest pr. nátt
  • Reingerð: 500 kr
  • Leiga av seingjarklæðum og handkløðum: 100 kr per sett av seingarklæðum og 50 kr fyri hondklæði.

Ikki er loyft at roykja inni, eingin djór og ongar veitslur.

Vit eru á Facebook.

Fyrispurningar og bíleggingar kunnu sendast til Joan Kelduberg á teldupost fh@maskingrevstur.fo ella á tlf +298 237690.

Royndarhúsið – Bygdahúsið í Nólsoy

Bygdarhúsið í vanligari talu, Royndarhúsið, liggur mitt í bygdini við útsýni eystur í hav, fótbóltsvøllin og hægsta stað í oynni, Eggjarklettur.

Húsið er í tveimum hæddum:

  • Niðara hædd: Í niðari hædd er ein salur við palli, ið er væl egnaður til smærri tiltøk so sum fyrilestrar og konsertir dans. Har eru eisini tvey WC og tvær brúsur.
  • Ovara hædd: Í ovari hæddini er matarhøll við vælútgjørdum køki. Har er borðbúnaður til 100 fólk.

Gistingar møguleikar:

  • Húsið hevur 30 skúmmadrassur, ið møguleiki er at lána um gistast skal í húsinum. Tað er umráðandi at avtalað verður gjørd um madrassurnar áðrenn komu.
  • Um fólk hava undirlag við sær, er eisini pláss til fleiri sovandi gestir.

Hentleikar:

  • Eitt tónleika anlegg (PA) er til taks. (Um tit ynskja PA, skal avtala gerast áðrenn komu.)
  • Húsið er góðkent til 100 fólk.

Um áhugi er at brúka húsið at vera í, gista ella hava tiltøk, eru tit vælkomin at seta seg í samband við Birita Hansen á tlf +298 264646 ella á tleduposti royndarhusid@gmail.com.

Lítið kampingøki, við pláss fyri 8-10 kampingvognum, á Nólsoy.