
Umhvørvisvikan 2025
Vilt tú liva burðardygt?
Kom til fyrilestur við Gittemarie Johansen í Norðurlandahúsinum mikudagin 7. mai kl. 9.00-11.30.
Fyrilesturin er í sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu, sum er í døgunum 3.-10. mai.
Melda tykkum til við at fylla skjalið niðanfyri. Tað er ‘først til mølle’ og tit eru tilmeldaði, tá tit hava fingið eina váttan frá okkum.
Um fyrilesturin:
Í sambandi við Umhvørvisvikuna 2025, sum verður 03.-10. mai, vil Tórshavnar Kommuna bjóða øllum miðnámsskúlanæmingum í kommununi til ein spennandi fyrilestur við høvundanum og umhvørvismiðlaranum Gittemarie Johansen!
Hvør er Gittemarie?
Gittemarie er donsk og kend frá eitt nú Instagrambrúkaranum @gittemary. Í 2015 valdi Gittemarie at skifta mótavikur, impulskeyp, stórar oksasteikir og charterferðir út við ein burðardyggan lívsstíl. Í dag vegleiðir hon meira enn 190.000 fylgjarum á Instagram og livir av at miðla burðardyggar vanar til fólk í øllum aldri – bæði í Danmark og uttanlands. Við ‘zero waste-prinsippunum’ sum grundarlag gevur hon innlit í mongu krókarnar av okkara nýtslumentan. Í 2020 gav hon út bókina Bæredygtig Badass.
Gittemarie brennur fyri burðardygd og tekur støði í egnum royndum og upplivingum – ikki bara sum yrkismiðlari, men eisini sum vanligur brúkari! Til hennara fyrilestur fært tú bæði stuttlig og løtt hugskot til tað grøna skiftið. Tú fert at fáa yvirlit yvir, hvussu tú kanst gera mun í tínum gerandisdegi.
Hvussu gera vit mun? – Burðardygd uttan bullshit
Veðurlagskreppan kann kennast ovurstór, og tá øll rópa í kór, er lætt at missa fótafestið – men merkir tað, at vit skulu gevast? Als ikki!
Í hesum fyrilestri fer Gittemarie Johansen at viðgera m.a. myrku síðurnar av mótaídnaðinum, og hvussu fyritøkur lumpa okkum at keypa meira, enn okkum tørva. Hon gevur eitt greitt yvirlit yvir hvørji amboð, vit hava fyri at gera mun, og hvussu vit sum brúkarar hava megi at skapa broyting.
Við nógvum ítøkiligum hugskotum, einføldum leiðbeiningum og einum sletti av vón ger hon burðardygd til nakað, sum øll kunnu taka ábyrgd av – uttan at linka krøvini til stíl ella gerandisvanar.
Hetta er somuleiðis ein øðrvísi og spennandi fyrilestur, har tit aktivt luttaka við eitt nú at svara spurningum gjøgnum Kahoot.