Økir í Kommununi
Tórshavnar kommuna hevur nógv at bjóða. Her er alt frá einum vaksandi býi við alskyns møguleikum at fara til handils, kaffihús og barr, eisini er bóndalív í tí friðarliga økinum á Norðradali.
Tú kanst eisni taka Ternuna og fara ein túr út til Nólsoyar, ella fara ein lítlan biltúr til Kollafjarðar og Velbastaðar.
Oynna Hestur kanst tú vitja við at taka Teistan av Gamlarætt.