• slider category icon

Photo: Kirstin Vang

Norðradalur

Tað tekur bert 20 minuttir at koyra úr býnum til Norðradal, her kann tú finna eina av teimum mongu flottu náttúruperlunum. Vegurin oman til Norðradal er ein av teimum vegunum ið fólk elska at taka mynd av.

 

Av Norðradalsskarði fær tú eina flotta natúrmynd av bygdini Norðradal, og ikki at gloyma slanguvegin oman eftir. Niðri í bygdini hevur tú møguleikan at fáa eina panorama mynd av Koltur og hólmanum nevndur Trøllhøvdið.

Vit vita at á norðradalsgarði kann verða nógvur vindur, og onkrir vetrardagar kemur vindferðin heilt uppá 53 metrar um sekundi.

Tað verður heitt á fólk um at verða varðin við at koyra oman til Norðradal um vetrartíð.

Niðanfyri sæst eitt kort yvir hvat tú kanst síggja við at standa uppi á Norðradalsskarði.