Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Sights & Attractions

/

Minnissteinurin fyri Nólsoyar Páll

Við friðaða og umvælda úthúsið á Fløtti stendur minnissteinurin yvir Nólsoyar Páll, sum Tórshavnar Býráð reisti í 2006 vestan fyri Nólsoyar Kirkju.

Á minnissteininum er innskriftin: ”Minnið um kappan livir.”

Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu, sum var fyrsta skip, ið var bygt í Føroym síðani víkingatíðina. Hann er kendur fyri sítt stríð móti einahandlinum og donsku embætismonnunum. Harafturat er Nólsoyar Páll kendasti táttayrkjari í Føroyum og hevur yrkt m.a. Fuglakvæði, Jákup á Møn og Fruntatátt.

Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen
“På vandring i Nólsoys fortid.”