Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Sights & Attractions

/

Vevstovan í Nólsoy

Kom til Nólsoyar og spinn tín egna tráð á lítlastrá í Vevstovuni í Nólsoy. Ullin er vistfrøðilig, lanolini er varðveitt í ullini, ið er av seyði, ið hevur gingið á Borðuni.

Verkstovan har tú hoyrir um og arbeiðir við okkara serstøku føroysku ull varðar 3 tímar.

Einglaverksmiðja

Á einglaverkstovuni í Vevstovuni í Nólsoy, er møguligt at gera einglar úr ull, vomb og horni av seyði, ið hevur gingið á Borðuni. Eisini brúka vit nev av ymiskum fuglum, gamlar knappar og bøkur.

Tá eg arbeiði í Vevstovuni, eru tit hjartaliga vælkomin inn á gólvið at síggja og hoyra um vevnað og verkstaði.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Vevstovuna á tel. 527002.

Vit eru eisini at finna á Facebook sum Vevstovan í Nólsoy.