Lýsing
Gongutúrur til Steinin á fjalli og Niðaná í Velbastað
Leygardagin 3. mai kl. 15.10
Hetta er ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara úr Gongufelagnum.
Vit ganga til Steinin á fjalli og hoyra søgnina um steinin. Um viðrar ganga vit eisini Niðaná. Túrurin tekur á leið 1,5 tíma.
Bussleiðin nr. 7 koyrir úr Steinatúni klokkan 14.54. Til ber at koyra við bussi heim aftur – viðmerk í teigin ‘Add a note to your order’ um tær tørvar buss heim.
Túrurin og bussurin eru ókeypis, men tilmelding krevst.
GG: Avboð skulu sendast í seinasta lagi dagin fyri á facebook.com/umhvorvisvikan – soleiðis kann títt pláss fara til onkran annan.