Lýsing
NýNý – seymiverkstova úr endurnýtslutilfari
Mánadagin 5. Mai kl. 17.00-21.00
Lær teg at seyma berinet úr endurnýtslutilfari í seymiverkstovuni NýNý hjá Bláakrossi í Niels Finsens gøtu 20.
Tað er Jón Sonni sum leiðir okkum gjøgnum kvøldið. Tað er ikki neyðugt at duga at seyma fyri at vera við.
Verkstovan er ókeypis, tó er neyðugt at melda seg til.
Aldursmarkið er 16 ár. Avmarkað nøgd.
GG: Avboð skulu sendast í seinasta lagi dagin fyri á facebook.com/umhvorvisvikan – soleiðis kann títt pláss fara til onkran annan.