
Søgulig støð í Nólsoy
Nólsoy – ein oyggj full av søgum og sagnum
Bert 20 minuttir við Teistanum, og so er man í Nólsoy, tó er hetta sum at stíga inn í ein annan heim.
Uppliva toftir frá miðøldini, søgur um sjórænarar og mangt annað, alt í Nólsoy.
Eisini ber til at at læra søgurnar hjá kendum Nólsoyingum at kenna, har ímillum Nólsoyar Páll, Steffan Danielsen, og Ove Joensen.
Um tað er ein gongutúrur ein hevur tørv á er túrur út til Borðuna, ein eyðsæddur og vakur túrur.

Borðan
Tveir vitar eru á sunnara endanum av Nólsoy. Minni vitin, sum er s…

Korndalur
Í Korndali, nakrar hundrað metrar sunnan fyri bygdina, finnast nak…

Heiðursportrið
Á heimaru kaiuni er heiðursportrið. Føroyingatíðindi skrivaði 5. s…

Bygdarsavnið: Húsini við Brunn
Bygdarsavnið: Húsini við Brunn Brunnhúsini eru bygd í seinnu helvt…

Malarendi
Í 1926 var vegur bygdur, og við Malarenda funnu tey tá rekavið og …

Minnissteinurin fyri Nólsoyar Páll
Við friðaða og umvælda úthúsið á Fløtti stendur minnissteinurin yv…

Stongin
Norðari oddi á Nólsoynni kallast Stongin. Navnið sipar til stongin…

Niðasta lon
Lonin er bygd í 18. øld. Í 1951 gjørdi Sverri Dahl, fornfrøðingur …

Húsini uppi á Eiðið
Á Eiðinum eru fleiri úthús. Húsini eru úr malargróti, og stava frá…

Uppi í Skipi
Á veg niðan á oynna liggur “Uppi í skipi”. Her plagdu nólsoyingar …
Nólsoyar heiðursveggur

Steffan Danielsen
Steffan Danielsen var kendur málari, sum føddist 3. september 1922 í Nólsoy og andaðist 28. mai 1976.
Mong meta Steffan vera tann sermerktasta føroyska listamálaran yvirhøvur.
Steffan var sjálvlærdur og hevur málað Nólsoynna úr øllum endum og kantum.
Meir er at lesa um Steffan Danielsen í bókini við sama navnið eftir Kinnu Poulsen og John Kruse Dalsgarð og til ber eisini at síggja nøkur listaverk hjá Steffan á Listasavn Føroya.
Nólsoyar Páll
Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu, sum var fyrsta skip, ið var bygt í Føroym síðani víkingatíðina.
Hann er kendur fyri sítt stríð móti einahandlinum og donsku embætismonnunum.
Harafturat er Nólsoyar Páll kendasti táttayrkjari í Føroyum og hevur yrkt m.a. Fuglakvæði, Jákup á Møn og Fruntatátt.
Á Nólsoy ber til at vitja minnissteinin hjá Nólsoyar Páll, sum var reistur í 2006.


Ove Joensen
Ove gjørdist kendur víða um tá hann kysti lítlu havfrúnna hin 11 august 1986 á Langelinje í Keypmannahavn, eftir einsamallur at hava ró í 41 samdøgur úr Nólsoy.
Árini 1984 og 85 eydnaðist honum at rógva allan vegin til Hetlands í royndina at sleppa til Danmarkar.
Ove er føddur 3. Dec. 1948 í Havn og doyði 26 nov. 1987.
Og Ove var so nógv annað enn “bara” maðurin sum róði til Danmarkar. Hann var ævintýrari og vitjaði í nógvum londum kring knøttin. M.a. var hann eitt tíðarskeið vinmaður við navnframa Forbes, sum vit m.a. kenna frá Forbes Magazine.
Í Nólsoy er Ovastevna hvørt ár í august, fyri at heiðra minnið um Ova Joensen.
Í Nólsoy ber til at vitja Ovasavnið har báturin hjá Ova er og møguleiki er at hoyra alla søguna um Ova.
Jens Kjeld Jensen
Jens-Kjeld Jensen er fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970, har hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni, Maritu Gulklett.
Kendastur er hann helst sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum.
Jens-Kjeld hevur útgivið fleiri bøkur um djóralívið og fuglalívið í Føroyum and Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik. Í 2020 fekk hann umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum.
Set teg í samband við Jens Kjeld við at ringja +298 327064 ella á www.jenskjeld.info.
