Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Stuðulsmøguleiki hjá fyritøkum

Hevur tú eina fyritøku, sum kundi verið súkkluvinaligari? Ella kennir tú onkran, sum hevur?

Nú hevur tú møguleikan at søkja um stuðul upp til 5.000 evrur til at menna eitt nýtt hugskot innan súkkluferðavinnu í Tórshavnar kommunu!

Visit Tórshavn luttekur í verkætlanini SUB – Sustainable Arctic & Peripheral Biking Tourism, sum stuðlar nýskapandi og burðardyggum hugskotum, ið gera Føroyar meira spennandi fyri súkklarar

Vit stuðla upp til 4 fyritøkum – og tað er eisini møguleiki at samstarva, um tit vilja menna nakað saman


Hvat kann stuðulin brúkast til?


✅ Vøru- og tænastumenning
✅ Talgilding og sølu
✅ Marknaðarføring
✅ At skapa betri umstøður fyri súkklarar

Hvør kann søkja?

  • Smáar og miðalstórar fyritøkur og feløg í Tórshavnar kommunu
  • T.d. súkkluútleigan, gisting, kaféir, matstovur – ella onnur, sum vilja røkka út til ferðandi súkklarar

Stuðulin kann ikki brúkast til dagligan rakstur, íløgur ella longu fíggjað arbeiði.

📅 Umsóknarfreist: 27. apríl 2025
📆 Verkætlanartíðarskeið: juni – november 2025
📬 Svar fæst: í seinnu helvt av mai

Send umsókn her: https://forms.gle/GySzuXSuonzphfQv9

GG: Spurnarblaðið er á enskum, men kann gott svarast á føroyskum

Vilt tú vita meira? Les meira um SUB verkætlanina her.

Hevur tú spurningar? Skriva til mín

Annika Lisberg

Menningarfólk