
Uppliva Nólsoy
Uppliva Nólsoy
Nólsoy – náttúra, søga og mentan í einum.
Nólsoy er kend fyri sítt serstaka fuglalív. Á oynni búgva túsundatals drunnhvítar – ein av størstu drunnhvítabølum í heiminum – og her sæst eisini eyðkendi lundin, sum ger oynna til eitt paradís til fuglaáhugað.
Søgan hjá Nólsoyar ævintýraranum Ove Joensen, náttúrurannsóknirnar hjá Jens-Kjeld Jensen og siðbundna hondverkið á Heimavirkið og Vevstovuni gera vitjanina til nakað heilt serligt.
Far ein túr í vøkru náttúruni, uppliva fuglalívið ella njót friðin í bygdini – á Nólsoy fært tú eina minniliga uppliving.

Maggie´s Kafé
Maggies Ger Tónleik til Eina Stóra Uppliving! Maggies Café er eitt…

Bygdarsavnið: Húsini við Brunn
Bygdarsavnið: Húsini við Brunn Brunnhúsini eru bygd í seinnu helvt…

Nólsoyar Heimavirki
Heimavirkis felagið varð stovnað í 2007 av nólsoyingum, í samband …

Vevstovan í Nólsoy
Kom til Nólsoyar og spinn tín egna tráð á lítlastrá í Vevstovuni í…

Ovasavnið
Ovasavnið í Nólsoy verður alment latið upp á várið 2025. Savnið er…
Fuglalív í Nólsoy

Drunnhvítin (Hydrobates pelagicus)
Drunnhvítin er ein lítil svartur sjófuglur, ið livir nærum alt lív sítt á víðum havi og bert kemur á land í bútíðini.
Eitt av heimsins størstu drunnhvítabølum er at finna í Nólsoy mett til 100.000 pør.Summi meta, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum har.
Les meiri um drunnhvítan og drunnhvíta-túrar her.


Lundin (Fratercula arctica)
Lundi (Fratercula arctica) er sjófuglur, ið heldur til fram við strondini í Norðuratlandshavi.
Í Føroyum eru eini 550.000 pør av føroyskum lunda. Føroyski lundin hevur eitt sera eyðkent nev reytt, gult og blátt, hann etur (sild, lodnu, smolt o.s.f.), æti og høgguslokk. Eingin veit rættiliga at siga, hvussu gamlir teir verða, men tann elsti sæddi var o.u. 68 ára gamalur.
Lundin verpur um hálvan mai. Hann grevur sær eina holu so mikið djúpa, at armurin á einum manni ikki røkkur á botn, ella finnur hann eitt hol undir einum steini ella millum klettar.
Les meiri um lundan her.

Trillibørur

Í nógvum býum kann mann lána eina súkklu, men í Nólsoy kanst tú lána eina trillibøru.
Trillibørur dálka ikki, tær larma ikki – og so eru tær bara hugnaligari.
Fýra trillibørur eru úti á Klivum og tríggjar búgva beint við matvørubúðina.
Vitjandi eru vælkomin at lána eina trillubøru at koyra sær viðføri uppá pláss.
Trillibørurnar eru vakrar og litríkar og eru tí ikki ætlaðar at koyra sand og annað tílíkt.
Vit ganga út frá at fólk seta tær uppá pláss aftur eftir brúk.
Dyppa í Nólsoy
Ætlar tú at dyppa í Nólsoy
Í Nólsoy er alsamt meira vanligt, at fólk leita sær oman á strondina at dyppa, og tað eru eisini bólkar og einstaklingar, sum sigla um fjørðin fyri at svimja í sjónum.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo ber til at leita sær kunning um vatngóðskuna á teimum støðum í kommununi, har fólk svimja og dyppa. Eisini kanst tú fáa góð ráð um, hvussu tú sjálvur kanst kanna um vatngóðskan er ílagi.
Tað eru almenn vesi á keiini og miðskeiðis í bygdini, har tað ber til at skifta.
