Other sites - Faroese

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Voxbotn

Ársins konsertdagur í Vágsbotni

Síðsta leygardag í juni verður skipað fyri ársins konserdegi niðri í Vágsbotni í Havn, har bæði útlendsk og føroysk nøvn verða á skránni.

Nógvur livandi tónleikur verður á skránni umframt bryggjudansur og ymisk tiltøk, spæliland við hoppiborgum v.m. til børn. Grill-, mat- og øltelt við sitiplássum verða sett upp og har verður hugni við útigrill, café, tónleiki og undirhaldi allan dagin og langt út á náttina. Tveir pallar verða á økinum.

Bólkarnir og einstaklingarnir sum fara at framføra verða avdúkaðir so hvørt fram til tiltakið byrjar. Fullfíggjað skrá verður gjørd, tá allir bólkarnir eru avdúkaðir.

Atgongumerki fáast í forsølu í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo

Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini – seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði. Tí ræður um at keypa atgongumerki í góðari tíð.

Les meira um Voxbotn her