Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
LAT AFTUR
TOURISM SITES
English
Faroese
PROFESSIONAL SITES
Press & professionals
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism
Join the Preservolution!
Meetings
Faroe Islands Fam-shop
FØROYAR
Ferðavinna
Tíðindi
Closed for maintenance Føroyar
Follow Us
Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Boat.fo - Eysturoy
Leiga ein føroyskan bát og far á rannsóknarferð á einum fjørði í Eysturoynni
Leiga ein føroyskan bát og far á rannsóknarferð á einum fjørði í Eysturoynni. Hetta er ein heilt serlig uppliving fyri eina familju ella ein vinabólk. Tú kanst njóta vøkru náttúruna fram við landi ella royna fiskieydnuna.
Siðbundni føroyski báturin er vakrasta dømi um føroyskt listhandverk. Báturin er súðubygdur, tað gamla norrøna byggikynstrið, sum longu í víkingatíð legði grundarlag undir landnám um okkara leiðir.
Bátarnir hjá Boat.fo eru fimmmannafør, ein hóskandi bátastødd til 2-6 persónar. Báturin hevur 6hk viðfestismotor, 4 árar og nógva ymiska trygdarútgerð. Á heimasíðu teirra kanst tú leiga og keypa ymisk sløg av fiskiútgerð.
Tá tit møtast við avtalaðu bátahavnina, gevur umboð frá Boat.fo frálæru í trygd og handfaring av bátinum. Eisini verður greitt frá siglingarumstøðunum á fjørðinum.
Á heimasíðuni boat.fo kanst tú læra meira um teirra bátar, firðir og um trygd.
Upplatingartíðir
-
Lukka
Øki / Bólkar